Jan Müller á ONS, Stavanger
Oljufelagið Faroe Petroleum hevur verið nógv frammi á oljumessuni ONS í Stavanger alla vikuna. Felagið hevur havt sjálvstøðugan bás á messuni, har stjórin í felagnum, Graham Stewart eitt skifti umrøddi ymsar fyri felagið aktuellar spurningar. Eitt nú varð kunngjørt, at Faroe Petroeum hevur sett hol á eina umfevnandi boriverkætlan á norska landgrunninum, har felagið fer at bora ikki færri enn 7 leitibrunnar. Sett er júst á at bora tann fyrsta av hesum, Agar Plantain, har Faroe eigur 25%. Tað er felagið Azinor Catalyst, sum er fyristøðufelag. Boringin, sum kostar 120 mió. kr, fer at vara í upp til 38 dagar. Næsti brunnurin verður Rungne og fer tann boringin í gongd í september.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald