Nú nýtt landsstýri hevur tikið við, og tað er greitt, at Høgni Hoydal úr Tjóðveldi fer at umsita kolvetnisleiting við Føroyar, hevur løgtingskvinnan fyri Fólkaflokkin, Elsebeth Mercedes Gunnleygsdóttur, sett honum spurning, um samgongan fer at loyva oljuleiting í føroyskum øki.
(Savnsmynd: Sverri Egholm)
Í viðmerkingum til spurningin sigur hon m.a.:
"Allur vesturheimurin heldur ondini og bíðar í spenningi eftir, hvat fer at henda í orkuspurninginum. Hevur Vesturheimurin nóg mikið av olju og gassi í framtíðini?
Norra og Bretland hava sæð álvaran í eyguni og hava sett meiri ferð á oljuleiting, og Týskland fer at víðka um kolavinnuna.
Londini rundan um okkum hava sæð álvaran og handla. Spurningurin er, hvat gera vit í Føroyum fyri at verða við til at bjarga Europa úr orkukreppuni.
Sitandi samgonga hevur júst gjørt eitt samgonguskjal, har stóru linjurnar fyri politikkin komandi 4 árini eru lagdar, men har er ikki eitt orð um oljuleiting. Ikki eitt orð um eitt stórt mál, sum kann koma at fáa stórar avleiðingar fyri allan Vesturheimin. Eisini okkum her í Føroyum .
Tí verður hesin fyrispurningurin settur til landsstýrismannin í vinnumálum Høgna Hoydal", sigur Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur, løgtingslimur.
Stórur meiriluti á løgtingi hevur fleiri ferðir mongu seinastu árini tikið undir við framhaldandi leiting eftir kolvetnum á føroyska landgrunninum. Fýra teir seinastu landsstýrismenninir í vinnumálum í teimum trimum undanfarnu samgongunum, Johan Dahl, Poul Michelsen, Helgi Abrahamsen og Magnus Rasmussen hava allir úttalað, at teir tóku undir við leitingini.
Í fjør úttalaði táverandi løgmaður Bárður á Steig Nielsen, at altjóða orkufeløg vóru vælkomin til Føroya at leita eftir olju og gassi, ið kunnu hava ein leiklut í at hjálpa orkutrygdini í Evropa.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald