Fleiri av teimum størstu oljufeløgunum í Vesturheiminum so sum ExxonMobil, Chevron, Shell, BP, Total og onnur hava metinntøkur í hesum døgum, nú olju- og gassprísurin er hægri enn nakrantíð fyrr. Hetta skriva altjóða miðlar so sum Bloomberg. Ein orsøkin er russiska innrásin í Ukraina, sum hevur fingið orkuprísir at fara til himmals.
Samtíðis raka høgu orkuprísirnir sera meint í londunum í Evropa og USA eins og aðrastaðni í heiminum. Umframt russisku innrásina í Ukraina, sum hevur fingið lond í Evropa at boykotta orku úr Russlandi, so er eftirspurningurin eftir olju og gassi vaksin, og tað hevur fingið orkuprísirnar at seta eitt met fyri og annað eftir.
Oljurisarnir forvinna so mikið nógvan pening í løtuni, at tað hevur elvt til harða mótstøðu í fleiri londum móti oljufeløgunum. Exxon, Chevron, Shell, BP og TotalEnergies hava seinastu tríggjar mánaðirnar fram til endan av juni forvunnið meira enn 50 mia. dollarar. Somuleiðis hevur eitt nú italska orkufelagið ENI sett inntøkumet seinastu tíðina.
Henda gongdin hevur fingið bæði politikarar og felagsskapir at leggja eftir orkufeløgunum. Tey vilja hava at orkufeløgini at rinda eyka skatt á ovurstóra inntøkuvøkstrinum. Hesin stavar nevniliga ikki frá størri íløgum men frá øktum prísum aleina.
Støðan fekk nú um dagarnar amerikanska forsetan Biden at siga, at eitt nú Exxon forvann meira pening enn Gud og segði seg vilja gera øllum greitt, hvussu nógv Exxon forvinnur uppá olju- og gasssøluna.
Exxon og Chevron hava svarað aftur, at tey hava økt um íløgur í nýggja framleiðslur fyri at nøkta vaksandi eftirspurninginum. Kortini verður funnist at feløgunum, tí sagt verður, at tey gera ikki fleiri íløgur enn undan koronakreppuni. Heldur rinda oljufeløgini meira út til sínar partaeigarar verður sagt.
Nú um dagarnar gjørdi demokratiski senatorurin Joe Manchion frá statinum West Virginia greitt, at hann fer at taka undir við veðurlagspakkanum hjá Joe Biden forseta. Hann hevur annars higartil forðað forsetanum í at gjøgnumføra sín verðurlagspolitikk.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald