Hann fer í staðin at lata fleiri av sínum næstu ráðharrum fara til ráðstevnuna. Um orsøkina til at hann ikki verður til COP27 sigur Sunak, at tað er sera fløkta og vánaliga búskaparstøðan í Bretlandi og krevur hann tíð til at taka sær av hesum altavgerandi álvarsmálinum.
Annars hevur fyrsti ráðharrin í Skotlandi, Nicola Sturgeon boðað frá, at hon ætlar sær at vera við til COP27. Tað var annars Bretland, sum var vertur til seinastu veðurlagsráðstevnuna COP26 í Glasgow.
Politikarar og onnur finnast at Sunak og halda, at hann eigur at fara til ráðstevnuna, nú Bretland framvegis er vertsland fyri COP. Tað ljóðar nú úr Downing Street 10, at enn er møguleiki fyri at broyta avgerðina um ikki at luttaka. Um so er at tað eydnast at koma longuri við fyrireikingini við komandi budgettinum, so er ikki ómøguligt, at Sunak kortini fer til Egyptaland.
Tað er annars støðan hjá bretsku stjórnini, at Charles kongur eigur ikki at luttaka á COP27, hóast hann fegin vil tað. Hann hevur víst umhvørvis- og veðurlagsmálum stóran ans.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald