Uttanlands

Fleiri boð uppá at byggja út vindorkuna í Norra

Í morgun var freistin úti at lata inn boð í fyrstu útbjóðingini av økjum til havvind í Norra nakrantíð. 

2024-03-18 11:49 Author image
Jan Müller
placeholder

Tað var við stórum spenningi, at dagurin 18. mars upprann í norska orkumálaráðnum, tí henda dag var freistin úti at lata inn boð uppá øki í Norðsjónum í fyrstu norsku havvindútbjóðingini.

Enn er ikki komið fram alment, hvør hevur søkt, men tað verður gitt, at í hvussu er tvey boð eru komin inn, og at eitt teirra er frá Equinor. Talan er um økið “Sørlige Nordsjø 2” skrivar E24. 

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder