Uttanlands

Flótandi vindmylnulund skal minka um útlátið frá oljupallum

Fyrsta flótandi vindmyllan á Hywind Tampen vindmylnulundini í Norðsjónum varð tikin í nýtslu nú um dagarnar og fer hon at veita streym til tveir stórar olju- og gasspallar. Tað fer at minka munandi um útlátið.

Flótandi havvindmylnulundin Hywind Tampen liggur millum tveir risastórar olju- og gasspallar og skal við síni elframleiðslu minka munandi um útlátið.

Flótandi havvindmylnulundin Hywind Tampen liggur millum tveir risastórar olju- og gasspallar og skal við síni elframleiðslu minka munandi um útlátið.

2022-11-15 12:40 Author image
Jan Müller
placeholder

Tað er norska orkufelagið Equinor, sum stendur aftanfyri verkætlanina, ið m.a. hevur til endamál at minka um útlátið frá tveimum av teimum størstu olju- og gasspallunum í norska partinum av Norðsjónum, Gullfaks og Snorre.

[object Object]

Talan er um einki minni enn heimsins størstu flótandi havvindmylnulund, sum framleiðir streym til olju- og gasspallar. Ætlanin er, at hon skal nøkta umleið 35% av elorkutørvinum á teimum báðum feltunum. Hetta svarar til at minka CO2 útlátið við 200.000 tonsum um árið.

Norra  gongur á odda at byggja flótandi havvindmylnulundir við m.a. tí endamáli at veita streym til verandi og komandi olju- og gasspallar til tess at minka munandi um útlátið.

[object Object]

[object Object]

Við Hywind Tampen verkætlanini ynskir Norra at leggja botn til eina framtíð við menning av flótandi havvindmyllum. Hetta er nakað, sum norski ídnaðurin fer at leggja seg eftir í kjalarvørrinum á olju- og gassvinnuni.

Eftir ætlanini fara sjey myllur at framleiða streym í hesum árinum. Longu við hesum myllunum verður Hywind Tampen heimsins størsta flótandi vindmylnulund við 60MW.

[object Object]

Equinor skrivar á síni heimasíðu, at við teimum ómetaliga stóru møguleikunum fyri vindorku til havs hevur Norðsjógvurin stóran týdning í grøna orkuskiftinum og fyri orkutrygdina í Evropa og Norra.

Við Hywind Tampen hevur Norra tikið fyrsta stig til tess at menna eina nýggja vinnu innan havvind í Norra, sum kann vera ein álítandi , rímulig og varandi orkuveiting.

Við Hywind Tampen minkar Norra um útlátið frá olju- og gassvinnuni og økir um gassútflutningin til Evropa. Hetta kann vera við til at broyta norska landgrunnin frá at vera ein olju- og gasslandslutur til at gerast ein orkulandslut.

[object Object]Feløgini, sum saman við Equinor, standa aftanfyri Hywind Tampen, eru OMV, Petoro, Vår Energi, Winthershall Dea og INPEX Idemitsu.

Hywind  Tampen hevur eina samlaða framleiðsluorku uppá 88MW og liggur 140 kilometrar úr landi á 300 metrar dýpi.

Eisini í næsta grannalag okkara Hetlandi arbeiða tey við at menna flótandi havvindmylnulundir, sum m.a. skulu veita streym til bæði verandi og komandi olju- og gasspallar. 


Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder