2020-12-11 16:04

Sjókaðalin hjá Shefa røkkur 220 kilometrar frá HALFDAN pallinum til Esbjerg.
Dótturfelagið hjá Føroya Tele, Shefa, hevur í ár lagt ein nýggjan 220 kilometrar langan sjókaðal millum høvuðsskrivstovuna hjá orkufelagnum TOTAL í Esbjerg út til HALFDAN leiðina í danska partinum av Norðsjónum.
Hóast avbjóðingar í sambandi við COVID-19 farsóttina, skilur oljan.fo, varð arbeiðið væleydnað og gjørt liðugt í november.
Nýggja sjókaðalsambandið hevur fingið navnið HRONN. Saman við CANTAT-3 sjókaðlinum, sum varð knýttur til TYRA feltið í 2012, skal nýggja sambandið tryggja, at orkufelagið TOTAL hevur eitt trygt og støðugt samband til teirra norðsjóvar virksemi.
Lesið eisini komandi grein á oljan.fo um arbeiðið og royndirnar hjá Føroya Tele samtakinum sum veitari til altjóða orkuvinnuna á Atlantsmótinum, tvs. millum Føroyar og Hetland og í Norðsjónum.
![[object Object]](https://cdn-ac.knassar.fo/media/2020/12/11/gallery-thumbnail/1607701709qdzrwtv9ca.png)
Frálandsskipini, sum løgdu føroyska sjófipurkaðalin í Norðsjónum, her við bryggju í Esbjerg eftir vælútint arbeiði.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald