Frá básinum hjá AkerBP á ONS. Myndir Jan Müller
Nettupp spurningurin um orkutrygdina í Evropa og stóri týdningurin norsk olja og gass hevur fyri hesa í Evropa var millum evnini, sum hevði høga raðfesting á ONS oljuráðstevnuni.
Tað var tí eisini upplagt fyri Jacob Vestergaard, landsstýrismann at heita á fyritøkur og myndugleikar í Norra um at rætta Føroyum eina hjálpandi hond við at finna olju í føroysku undirgrundini, sum so aftur kann vera við til at verja og tryggja orkuveitingina í Evropa. "Vit hyggja til Norra, landið hjá forfedrum okkara, eftir íblástri og ítøkiligum samstarvi.“
Landsstýrismaðurin sigur seg samstundis kunna taka undir við boðskapinum hjá norska forsætisráðharranum, Jonas Gahr Støre um, at Norra fer at halda fram við at leita eftir og framleiða olju og gass. Niðanfyri nøkur brot úr kunningarfaldaranum, sum FOÍB, Føroya Orkuídnaðarbólkur hevði greitt úr hondum í sambandi við vitjanina.
FOÍB, Føroya Orkuídnaðarbólkur lat gera kunningarfaldara í sambandi við vitjanina hjá landsstýrismanninum í Norra.
Sterkt samstarv lykilin
"Sum nýútnevndur landsstýrismaður við ábyrgd fyri olju og gassi kann eg vátta, at vit fara at halda fram við verandi Open Door-skipanini í Føroyum. Eftir at hava tosað við jarðfrøðingarnar á Jarðfeingi eri eg sannførdur um, at stórar nøgdir av olju og gassi kunnu finnast í føroysku undirgrundini.
Vit kunnu ikki røkka hesum málinum einsamøll, men vit kunnu koma langt við sterkum samstarvi við okkara nærmastu grannar. Norra og Føroyar hava samstarvað á nógvum økjum gjøgnum árini, og eg vóni, at hetta samstarv kann víðkast til eisini at fevna um leiting eftir og framleiðslu av olju og gassi.“
"Seinnu árini hava Føroyar verið ígjøgnum eina munandi grøna umlegging við ítøkiligum og framsóknum tjóðarmálum og tøkniligum íløgum til at skifta til grøna orku. Hóast grøn orka veksur um allan heimin, ivist eg ikki í, at tørvur framvegis fer at vera á olju og gassi í mong ár framyvir. Landsstýrisfólk hava samstarvað tætt við norskar starvsbrøður sínar á nógvum økjum, og eg síggi fram til at halda fram við og menna hetta samstarvið á vinnuøkinum, her eitt nú innan olju og gass."
Norra gongur á odda
Jacob Vestergaard rósar Norra og norska fólkinum fyri at hava gingið á odda í menningini av olju- og gasstilfeinginum seinastu 50 árini.
"Tit hava eydnast betur enn nakað annað land at byggja upp eina vinnu á ábyrgdarfullan hátt, sum hevur verið við til at tryggja vælferð bæði í Norra og í Evropa. Í dag hava tit bestu karmarnar kring hesa vinnu. Tit hava eisini gingið á odda við at taka náttúru og umhvørvi við í menningina av orku, og nú ganga tit aftur á odda við at tryggja orkutrygdina hjá Evropa. Um vit finna olju og gass í Føroyum, vilja vit eisini – saman við Norra – vera við til at tryggja orkutrygdina hjá bæði Norðurlondum og Evropa.“
Open Door leitiøkið, sum Føroyar bjóða fram til oljufeløg, bæði í Norra og Bretlandi. Kort Jarðfeingi.
Bakgarðurin hjá Norra
Jacob Vestergaard vísir á, at norska felagið Statoil (nú Equinor) eisini var millum tey fremstu, tá ið oljuleitingin byrjaði í Føroyum í 2000. Hetta legði fyrstu grundarsteinarnar undir tað, sum kundi blivið eitt føroyskt oljuævintýr.
"Sum nevnt er hurðin framvegis opin fyri áhugaðum oljufeløgum, sum vilja koma til Føroya og bora í undirgrundini her í Norðuratlantshavi,“ sigur hann og vísir til orðini hjá fyrrverandi stjóranum í Statoil, Helge Lund, sum segði við føroyskt blað, at Føroyar í oljuhøpi eru "bakgarðurin hjá Norra“.
Nýtt bein í føroyska búskapinum
Vestergaard kemur eisini inn á at greina høvuðsgrundarlagið undir føroyska búskapinum, nevniliga fiskivinnuna og alivinnuna.
“Av tí at vit framvegis ikki vita nóg væl, hvørja ávirkan veðurlagsbroytingar fara at hava á fiskivinnu og aling, og hvussu viðbreknar hesar vinnur eru fyri hesum og øðrum viðurskiftum, hevði tað verið skilagott at ment eina aðra súlu undir búskapinum.
Olja og gass kunnu væl røkka hesum leikluti. Hvat, ið annars verður sagt, so er okkara øki lítið kannað, tí teir níggju leitingarbrunnarnir, sum eru boraðir, eru bert ein dropi í havinum. Harumframt fór henda leitingin í stóran mun fram á einum grundarlagi við einari skeivari fatan av jarðfrøðini í økinum.“
Við atliti at søguligu bakgrundina leggur hann afturat:
"Sum tjóðskaparsinnaður eri eg tilvitaður um ta drúgva stríðið hjá tjóðskaparsinnaðum politikarum og embætisfólki fyri at tryggja okkara rættindi til møguligt kolvetni í undirgrundini. Tað minsta vit kunnu gera fyri at heiðra henda arvin, er at gera tað møguligt at kanna undirgrundina gjølla. Sum ábyrgdarhavandi landsstýrismaður kenni eg eina serliga skyldu í hesum sambandi.“
Kunningarfaldari um vitjanina hjá landsstýrismanninum í vinnumálum, her á kunningarplássi á ONS saman við altjóða miðlum sum World Oil og Upstream. Mynd Jan Müller
Føroyingar virknir í Norra
Tá ið hann aftur nevnir sambandið við Norra, sigur Jacob Vestergaard, at hann er sera errin av, at Føroyar hava útbúgvið so nógvar dugnaligar arbeiðarar til olju- og gassvinnuna, sum hava verið við til at menna norsku frálandavinnuna.
Í dag telja hesir fleiri hundrað og arbeiða bæði á landi og úti á havinum. Hesi fólkini eiga sín lut í, at Norra er vorðið eigari av einari av heimsins mest framkomnu orkuvinnum – einari orkuvinnu í heimsflokki, við øðrum orðum.
"Vit vóna, at vit ein dag fara at síggja hesi dugnaligu fólkini koma heim aftur til sítt egna land og við royndunum og vitanini, tey hava vunnið sær, vera við til at byggja upp eina føroyska orkuvinnu, sum bæði fevnir um olju og gass og tær vaksandi varandi orkukeldurnar.“
Eitt vinarligt umhvørvi
Landsstýrismaðurin vísir á, at Føroyar kunnu bjóða olju- og gassfeløgum eitt vinarligt og vælkomið umhvørvi. Breiða almenna undirtøkan fyri leiting sæst í nýggjari meiningarkanning og eisini í tí politiska og búskaparliga støðufestinum, sum íleggjarar leita eftir.
Open Door-skipanin, sum hetta landsstýrið tók yvir frá undanfarnu samgongu, er óbroytt, hóast politiska samansetingin er ein onnur.
Norðsjógvur og Norðuratlantshav ganga á odda
"Við hesum orðum ynski eg tykkum øllum – framskygdum vinnulívsleiðarum í landinum, eins og mínum politisku starvsbrøðrum og, ikki minst, verti okkara, Leif Johan Sevland, einum sonnum vini av Føroyum, eitt eydnuríkt ONS.
Mugu vit um nøkur ár saman kunna siga, at Norðsjógvurin og Norðuratlantshavið eru millum fremstu øki í heiminum, tá ið ræður um at leggja grundarlagið undir bæði orkutrygd og vælferð.“
Í kunningarfaldaranum til ONS greiðir stjórin á Jarðfeingi, Niels Christian Nolsøe frá nýggjastu granskingini á Jarðfeingi.
![]()
Í faldaranum verður eisini greitt frá góða ferðasambandinum millum Norra og Føroyar, sum hevur stóran týdning longu fyri oljuvinnuna.
![]()
Kunning er eisini í ONS faldaranum um kanningina um oljuleiting í Føroyum
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald