Keldur í stjórnini og í orkuvinnuni siga, at góðkenningin av Jackdaw-verkætlanini kann koma longu um miðjan september – beint áðrenn bretska tjóðartingið fer í summarfrí í sambandi við flokksráðstevnurnar.
Hetta skriva BBC og Energy Voice.
![]()
Jackdaw-gassøkið varð góðkent av fyrrverandi konservativu stjórnini í 2022. Men ein rættarlig avgerð í Skotlandi steðgaði verkætlanini, eftir at umhvørvisfelagsskapir vunnu eitt rættarmál og vístu á, at stjórnin hevði givið loyvi uttan at taka nóg stóra hædd fyri ávirkanini á veðurlagið.
Eigarin av Jackdaw sigur, at gassøkið kann koma at standa fyri umleið 6% av allari gassveitingini í Bretlandi. Umhvørvisfelagsskapir halda hinvegin, at framleiðslan bert fer at svara til umleið 2% av eftirspurninginum eftir gassi í Bretlandi.
Umhvørvisfelagsskapir fóru í rættin, eftir at Jackdaw varð góðkent í 2022, og aftur tá Rosebank-oljuøkið út fyri Hetlandi fekk grønt ljós í 2023.
Í fjør staðfesti Court of Session í Edinburgh, at bæði Rosebank og Jackdaw vóru ólógliga góðkend. Orsøkin var, at stjórnin ikki hevði tikið við í metingina, hvørja ávirkan tað hevði á veðurlagið at brenna oljuna og gassið, sum verða tikin upp úr økjunum.
Ein dómari kravdi tí, at meira nágreiniligar metingar av veðurlagsávirkanini skuldu gerast. Dagførdu metingarnar vórðu lagdar út til almenna hoyring í juli.
Bæði Jackdaw og Rosebank verða rikin av orkufelagnum Adura, sum er eitt samstarv hjá orkurisunum Shell og norska Equinor. Aberdeen-felagið Ithaca eigur harumframt 20% av Rosebank.
Umhvørvisfelagsskapir halda, at tað hevði verið óverjandi at halda fram við nýggjari boring eftir olju og gassi. Teir ávara um, at hetta fer at gera tað truplari at minka um útlátið av vakstrarhúsgassi, samstundis sum hitabylgjur og annað ógvusligt veður longu raka milliardir av fólkum kring heimin.
Teir halda eisini, at Jackdaw ikki fer at styrkja orkutrygdina hjá Bretlandi, og at ein skjótari umlegging til grøna orku hevði verið ein betri leið – eisini fyri at tryggja arbeiðspláss skrivar BBC.
![]()
Rosebank oljukeldan liggur tætt við føroyska markið. Væntandi fer stjórnin at góðkenna hana í næstum eisini, nú útbyggingin er nærum klár til framleiðslu.
Ósemja um framtíðina í Norðsjónum
Rosebank og Jackdaw hava seinastu árini verið miðdepil í kjakinum um, hvørt Bretland eigur at halda fram við at leita eftir og framleiða olju og gass í Norðsjónum.
Men vinnufeløg og onnur, sum stuðla verkætlanunum, siga, at nýggj framleiðsla hevði skapt nógv neyðug arbeiðspláss og styrkt orkutrygdina hjá Bretlandi, serliga nú kríggj og ófriður í øðrum londum hótta altjóða orkuveitingar.
Tey vísa eisini á, at Jackdaw er týdningarmikið fyri framtíðina hjá øðrum verandi orkuútbúnaði í Norðsjónum, eitt nú Shearwater.
Shearwater er ein stór framleiðslueind úti á sjónum, har olja og gass verða viðgjørd, áðrenn tey verða flutt gjøgnum leiðingar til oljureinsiverk og aðrar terminalar við strondina.
Adura sigur, at um verkætlanin verður endaliga góðkend í september, kann Jackdaw byrja at veita gass til bretsk heim longu í vetur. Byggingin er sambært felagnum 99% liðug.
Almenna hoyringin um framtíðina hjá Jackdaw og Rosebank varð liðug í august. Nú er tað orkumálaráðharrin Miatta Fahnbulleh, sum skal taka endaligu avgerðirnar.
Orkumálaráðharrin Kate White segði í Undirhúsinum hósdagin, at avgerðin um tey bæði økini verður tikin hvør sær. Hon vildi tó ikki siga, nær avgerðirnar verða kunngjørdar.
"Tilgongdin endaði í august, og ráðharrin fer at taka avgerðirnar, tá tíðin er búgvin,” segði hon við tingfólk sambært BBC.
Forsætisráðharrin Andy Burnham hevur nýliga sagt, at tørvur er á einari „pragmatiskari tilgongd“ til olju og gass innanlands.
"Vit fara ikki at megna at gevast við at brúka olju og gass í eina tíð. Tað er bara ein veruleiki," segði hann.
"Spurningurin er, um vit kunnu skunda undir nýtsluna av tí, so at vit kunnu fíggja umleggingina.“
Gassið verður brúkt í Bretlandi
BBC ger rættiliga nógv burtur úr hesum málinum, sum í løtuni er sera frammaliga í almenna kjakinum í Bretlandi yvirhøvur.
Ólíkt oljuni úr Norðsjónum, sum fyri tað mesta verður útflutt og síðani innflutt aftur í ymiskum reinsaðum formum, verður næstan alt gassið úr Norðsjónum brúkt innanlands í Bretlandi.
Bretland er tó nógv bundið at innfluttum gassi. Meira enn 60% av gassinum kemur úr Noregi og USA.
Financial Times skrivar í morgun, at Evropa fer at hava tørv á nógvum gassi í vetur og heldur støðuna vera sera álvarssama fyri lond, sum brúka nógv gass. Og her er Bretland bara eitt teirra.
Heilsøluprísirnir á natúrgassi eru hækkaðir nógv í ár, millum annað orsakað av krígnum í Iran, og eru nú á hægsta stigi í trý ár. Hetta hevur eisini økt stúranina um orkutrygdina.
Gassgoymslurnar í Evropa eru eisini munandi minni enn vanligt hesa tíðina á árinum. Fleiri lond drálaðu við at fylla goymslurnar upp í summar, tí tey vónaðu, at friður fór at koma í Miðeystri, áðrenn veturin kom, og at gassprísirnir tí fóru at lækka.
Nú standa tey framman fyri valinum at keypa gass í skundi – ella taka váðan fyri at noyðast at rinda nógv hægri prísir, tá veturin kemur skrivar BBC.
Men ein góðkenning av Jackdaw fer ikki í sær sjálvum at lækka gassprísin hjá bretskum húsarhaldum. Gassprísirnir verða ásettir á altjóða marknaðinum.
Hinvegin hevur innanlands framleiðsla av gassi eina umhvørvisliga fyrimynd fram um innflutt LNG-gass, tí tað krevur minni útlát enn at gera gassið flótandi, flyta tað við skipi og síðani gera tað til gass aftur.
Umhvørvisfelagsskapir mótmæla
Í London heittu umhvørvisfelagsskapir í juli á Andy Burnham um ikki at lata upp fyri nýggjum olju- og gassverkætlanum í Norðsjónum og á Atlantsmótinum, økið millum Hetland og Føroyar.
Tessa Khan, stjóri í umhvørvisfelagsskapinum Uplift, sum stóð aftan fyri rættarmálið, sigur, at meira boring í Norðsjónum hvørki fer at lækka orkurokningarn ar ella gera nakran veruligan mun fyri gassveitingina í Bretlandi.
"Vísindin er greið: Heimurin hevur longu nógv meira olju og gass, enn vit nakrantíð kunnu brenna á tryggan hátt, um vit skulu avmarka upphitingina,“ segði hon.
Hon heitti samstundis á forsætisráðharran um at lurta eftir vísindafólkum og hugsa um tær familjurnar, sum mistu heim síni í skógareldunum í summar, um bretsku bøndurnar, sum stríðast við turki, og um tey, sum lótu lív í vatnflóðunum í Nepal.
"Hann eigur at lurta eftir teimum – og ikki eftir sjálvsøknum krøvum frá oljufeløgunum,“ segði hon.
Ein talsmaður fyri breska orkumálaráðið, Department for Energy Security and Net Zero, sigur, at Norðsjógvurin framvegis ein týdningarmikil tjóðarogn, og olja og gass fara at hava ein týdningarmiklan leiklut í orkuskipanini í fleiri áratíggju framyvir. Samstundis skal leggjast um til reina orku fyri at verja arbeiðspláss og taka hond um veðurlagskreppuna.
Sum skilst verður øll viðkomandi vitan tikin við í eini møguligari avgerð um tær báðar orkukeldurnar, íroknað umhvørvismetingar og viðmerkingar frá almenninginum, sum eru komnar inn undir hoyringini.
Í hesum sambandi er vert at viðmerkja, at tvey hoyringsskriv eru komin úr F.øroyum til málið. Annað frá FOÍB, Føroya Orkuídnaðarbólki og hitt frá Tvøroyrar kommunu.
Keldur: BBC, Energy Voice, Financial Times
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald