Innanlands

Føroyar luttaka á Arctic Circle í Reykjavík

Eini 10 umboð fyri føroyskar myndugleikar, vinnuna og Fróðskaparsetrið hava framløgur í Hørpuni í Reykjavík í hesum døgum. Millum málini, sum verða umrødd, er havvindorka í Norðuratlantshavi

2023-10-19 15:36 Author image
Jan Müller
placeholder

Meira enn 700 framløgur verða á stóru arktisku ráðstevnuni “Arctic Circle” í Reykjavík í hesum døgum. Hon varð sett í morgun og heldur fram til sunnudagin. Umboð eru úr øllum heiminum og teirra millum fleiri føroyingar. Ráðstevnan varpar ljós á støðuna og framtíðina í hesum fjarskotna partinum av heiminum. 

[object Object]

Millum føroysku luttakararnar er Høgni Hoydal, landsstýrismaður í Uttanríkis- og vinnumálum. Hann fer at tosa um Føroyar í Arktis. Frá Fróðskaparsetrinum eru Heini í Skorini, Magni Mohr og Bogi Hansen, sum fara at umrøða politikk í Arktis,  heilsumál og streym og havviðurskifti annars  í Norðuratlantshavi.

[object Object]

Føroyar hava áður luttikið á Arctic Circle ráðstevnum eitt nú í 2018. Her Poul Michelsen, uttanríkisráðharri við liðina av fyrrverandi íslendska forsetanum Ólavi Ragnar Grímsson.  

[object Object]

Annika Olsen, táverandi borgarstjóri í Tórshavnar Kommunu á Arctic Circle í 2018. Við hennara lið Angus McNeil, SNP limur fyri Hebridurnar í bretska parlamentinum. 


Trý umboð fyri einar burðardyggar Føroyar fara at umrøða føroysku royndirnar fram móti burðardygd. Tey eru Suni Justinussen frá GroAqua, Eva Sheel Nolsøe frá Føroya Tele og Gunnar Nielsen frá EFFO. 

Orkuøkið er eisini eitt av evnunum, sum fyllur nógv á ráðstevnuni. Og her luttaka Føroyar eisini við Terja Nielsen, menningarleiðara hjá SEV. Hann verður partur av evninum “Offshore Wind Energy in the North Atlantic Region" og eitur framløga hansara: “An Energy Intergrated North Atlantic Region.

Her skráin til ráðstevnuna:


https://prismic-io.s3.amazonaws.com/arctic-circle-www/38126e16-93cb-4d8c-8df8-68f94297d079_2023+Arctic+Circle+Assembly+-+Program.pdf


Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder