Síðani 4. útbjóðing til oljuleiting við Føroyar lat aftur herfyri hava útlendsk oljufeløg aftur havt møguleika fyri at søkja um leitiloyvi sambært “Open Door” skipanini. Henda skipan gevur oljufeløgum møguleika at søkja um ávís øki á føroyska landgrunninum, sum tey halda vera áhugaverd. Skipanin hevur m.a. til endamál at gera tað lættari og skjótari fyri oljufeløg at koma til Føroya at leita eftir olju og gassi.
Tað er Jarðfeingi, sum umsitur Open Door. Hesaferð er tað áhugaverda og spennandi hent, at Open Door nú verður sett beinleiðis í samband við 31. útbjóðingina í Bretlandi, sum lat upp í juli í ár og stongir í november. Lagt verður upp til at fáa oljufeløg, sum t.d. ætla sær at søkja um leitiloyvi beint hinumegin markið í bretskum øki, til eisini at hyggja eftir økjum føroysku megin markið.
Tá Jarðfeingi almannakunngjørdi hetta á síni heimasíðu í farnu viku, gekk ikki long tíð, til bretsku kollegarnir á OGA (Oil and Gas Authority) lótu við seg koma og sendu út á Twitter soljóðandi tekst:
“The OGA collaborates continually with its neighbours in cross border initiatives and activities. To link in with the 31st Offshore Licensing Round, the Faroe Islands have made available new licensing options along our shared border.”
Á heimasíðu síni skrivar Jarðfeingi m.a. um nýggjasta stigið í oljuleitingini við Føroyar, at her er talan um sonevnd “Cross-Border Opportunities”, møguleikar, sum ganga tvørtur um markið.
"Í sambandi við 31. útbjóðingina í Bretlandi, sum lat upp 10. juli í ár, ynskir Føroya Landsstýri at marknaðarføra møguleikarnar við “Cross Border/Out of Round” loyvismøguleikum í føroyska økinum. Tvs. leiting, sum fer fram tvørtur um mark millum Føroyar og Bretland. Serstakur dentur verður nevniliga lagdur á økini framvið føroysk/bretska markinum í norðara partinum av Rockall rennuni nær við teigar, sum eru bodnir út í 31. útbjóðing í Bretlandi, umframt øki har norðuri nær Fugloyarbanka, sum eisini eru partur av bretsku útbjóðingini."
Jarðfeingi vísir serstakliga á nakrar ávísar strukturar í undirgrundini, sum føroyskir myndugleikar vóna, at oljuídnaðurin hevur áhuga fyri at kanna nærri. Vónandi hevur vinnan áhuga fyri at kanna umrøddu strukturar nærri við tí í huga í framtíðini at kunna fara undir at troyta tær stóru goymslur av kolvetni, sum kunnu liggja goymdar í undirgrundini her.
Tað er ikki ov nógv gjørt av, tá vit gera ta niðurstøðu, at tað, sum í løtuni hendir báðumegin markið, er ein roynd hjá bæði føroyingum og bretum at arbeiða saman um at marknaðarføra undirgrundina báðumegin markið. Tað kann koma at gagna báðum londum – ja ein sera skilagóður og spennandi útviklingur innan oljuleiting sum heild á stóra Atlantsmótinum, økinum millum Bretland og Føroyar. Í besta føri kann hetta hava við sær størri áhuga millum oljufeløg fyri at gera íløgur í framtíðar leiting og útbyggingar í hesum lutvíst nýggja oljulandslutinum í Norðuratlantshavi, ið av sonnum bjóðar tí aldrandi norðsjóvaroljuni av.
Myndir:
Forsíðumyndin vísir økini, sum bretar hava boðið út í 31. útbjóðing, har teir leggja serligan dent á øki við føroyska markið (tey violettu). Nú bjóða føroyingar tilsvarandi øki út til leiting føroysku megin markið.
Mynd 2: Økini innan fyri reyðu linjurnar eru partur av Open Door, sum er opin og har oljufeløg kunnu søkja um øki, tey hava serstakan áhuga fyri.
Mynd 3: Bretska Jarðfeingi, OGA, brúkar Twitter til at kunna um, at føroyingar nú eisini bjóða út leitiøki við markið, har teir sjálvir hava bjóðað øki út
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald