Uttanlands

Føroyavinir afturvaldir í bretska parlamentið

Angus Brendan MacNeil og Alistair Charmichael vórðu afturvaldir í bretska parlamentið fyri Hebridurnar og Hetland/Orknoyggjar

Angus Brendan MacNeil afturvaldur við stórum meiriluta fyri SNP í Hebridunum

Angus Brendan MacNeil afturvaldur við stórum meiriluta fyri SNP í Hebridunum

2019-12-14 12:14 Author image
Jan Müller
placeholder

 

[object Object]

Tveir bretskir ella rættari skotskir limir í parlamentinum í London, Alistair Carmichael úr Hetlandi og Angus Brendan MacNeill úr Hebridunum, vórðu afturvaldir í bretska parlamentið til tjóðartingsvalið hósdagin. Alistair Charmichael varð afturvaldur fyri liberala flokkin í Orknoyggjum og Hetlandi, meðan Angus MacNeil varð afturvaldur fyri SNP flokkin í Hebridunum. Alistair hevur sitið í hesum sessinum síðani 2001, meðan Angus hevur røkt sessin vegna Hebridurnar síðani 2004.

Teir báðir eru væl kendir í Føroyum og hava altíð gingið á odda, tá tað hevur snúð seg um at verja felags áhugamál hjá Føroyum og Bretlandi. Angus MacNeil røkir týðandi sess í bretska parlamentinum, har hann er formaður í ”All-Party Parliamentary Group on Faroe Islands ”, ein arbeiðsbólkur, sum arbeiðir við føroyskum áhugamálum í Bretlandi. Endamálið við bólkinum er at skapa góð viðurskifti millum londini eitt nú á mentanarøkinum.

Báðir hava teir havt tætt samband við føroyska sendimannin í London, Áka Johansen. Nú Brexit tykist gerast veruleiki munnu vit í Føroyum fara at síggja meira til hesar báðar. Teir hava vitjað í Føroyum fleiri ferðir eitt nú fyri at knýta vinnulig sambond millum londini.

 

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder