Oljufelagið Atlantic Petroleum, sum varð stovnað í Havn fyri góðum 20 árum síðani, er nú aftur á føroyskum hondum. Tvs. at bæði stjóri og allir tríggir nevndarlimir eru føroyingar búsitandi í Føroyum. Tað gjørdist greitt á eykaaðalfundi á Hotel Hafnia fyrrapartin, tá ein meiriluti av partaeigarunum gjørdi av at velja tríggjar nýggjar nevndarlimir, allir føroyingar, í nevndina í felagnum. Tveir útlendingar vóru annars í uppskoti til at verða afturvaldir men báðir fullu.
Nýggja nevndin í Atlantic Petroleum er nú henda: Ben Arabo, formaður, Kaj Johannessen, næstformaður og Mourits Joensen, nevndarlimur. Bæði Ben Arabo og Mourits Joensen hava áður verið í leiðsluni í felagnum, Ben sum stjóri og nevndarlimur og Mourits sum fíggjarstjóri.
Undan fundinum vóru annars tveir av gomlu nevndarlimunum, Charles Hendry og Yves Paletta skotnir upp at halda fram sum nevndarlimir, meðan Ben Arabo var í uppskoti at avloysa Henrik Olesen, sum sjálvur hevði sagt seg ikki vilja taka við afturvali.
Tað, sum síðani er hent á nevndarfundinum í dag, er, at ein meiriluti av partaeigarunum hevur ynskt at fáa eina reint føroyska nevnd, sum aðalfundurin tók undir við. Mark T. Højgaard heldur fyribils fram sum stjóri í felagnum.
Ben Arabo, nevndarformaður takkar í eini viðmerking teir tríggjar fráfarnu nevndarlimirnar fyri at hava roynt at tryggja nýggja fígging til felagið.
”Nýggja nevndin fer nú til verka og vónar at kunna skapa vøkstur í aftur felagnum,” sigur Ben Arabo.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald