Jan Müller á ONS í Stavanger
Tað er ikki á hvørjum degi, at Føroyar koma ovast á breddan í heimsins størsta oljublað, Upstream. Men tað gjørdu vit í morgun, tá ein serstøk útgáva av tess ONS-blað á oljumessuni í Stavanger sá dagsins ljós. Einki minni enn ein heil síða um føroyska og bretska oljuleiting og fyri at undirstrika týdningin málið hevur fyri londini - við stórari mynd av Poul Michelsen, landsstýrismanni í uttanríkis- og vinnumálum.
Undir yvirskriftini ”Faroese team up with UK to spur exploration” (Føroyar samarbeiða við Bretland fyri at menna oljuleiting), skrivar blaðið, at Føroyar og OGA (Oil & Gas Authority) samarbeiða um at marknaðarføra Open Door leitiútbjóðing á Atlantsmótinum.
Føroyar royna at skumpa undir oljufeløg fyri at fáa tey at fara undir aftur leiting í føroyskum sjógvi við eitt nú at samstarva við bretska Oil & Gas Authority fyri at fáa fyrimun av 31. útbjóðing, sum herfyri lat upp í Bretlandi m.a. í økjum, ið liggja upp at føroyska markinum.
Blaðið skrivar, at Føroyar hava latið upp aftur fyri eini Open Door skipan, sum loyvir oljufeløgum at søkja um øki til leiting eftir kolvetnum ymsa staðni á føroyska landgrunninum og her serstakliga øki, sum liggja tætt upp at markinum har suðuri og fyri eystan. Føroyskir myndugleikar vóna, at góðu leitiúrslitini á Cambo-kelduni skamt frá markinum fara at eggja oljufeløg til at hyggja eftir føroyska økinum.
Blaðið endurgevur eisini Poul Michelsen, landsstýrismann fyri at siga, at stigið til eitt samstarv millum Føroyar og Bretland at marknaðarføra økini báðumegin markið í senn er eitt frálíkt initiativ, sum kann koma at gagna báðum londunum.
Og Poul Michelsen sigur víðari, at hann vónar ikki, at tað er at taka munnin ov fullan, tá tosað verður um víðkan av økinum vestan fyri Hetland til ein stóran nýggjan oljulandslut, sum eisini fevnir um føroyska økið.
Upstream nevnir síðani leitingina við Føroyar, har bara tveir brunnar hava verið turrir. Restin hevur goymt olju men ikki í lønandi nøgdum.
Blaðið vísir síðani til kunning frá Jarðfeingi, sum fegið sær, at oljufeløg hyggja eftir leitiøkjum í norðara partinum av Rockall rennuni eins í økinum har norðuri við markið nær Fugloyarbanka. Her finnast strukturar í undirgrundini, sum ganga tvørtur um mark.
Jarðfeingi verður síðani endurgivið fyri at siga, at við marknaðarføringini av hesum økjum vónar Føroya landsstýri, at oljufeløgini fara undir at kanna ávís øki, sum kunnu goyma møguligar stórar olju- og gassgoymslur.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald