-Føroysk sjóvinna er í rívandi menning í løtuni, og umstøðurnar at vaksa og menna seg enn meira hava sjáldan verið betri.Tað heldur Bárður á Steig Nielsen, løgmaður, sum seinnapartin tók lut í einum orðaskifti á Sjóvinnuforum, ið varð fyriskipað á Vinnuháskúlanum í Havn skrivar heimasíðan hjá løgmansskrivstovuni.
-Føroysk sjóvinna er í løtuni í einari sera spennandi legu. Sjóvinnan er í løtuni okkara trið størsti vinnuvegur, og hevur hon kann lyfta seg enn meira og gerast ein týðandi leikari í altjóða høpi. Hetta kann skapa enn størri avkast, framburð og vælferð fyri alt okkara samfelag, vísir Bárður á Steig Nielsen á.
Løgmaður fegnast um stóra framburðin og stóra vøksturin í føroysku sjóvinnuni. Undir orðaskiftinum seinnapartin legði løgmaður dent á, at støðugt vaksandi áhugin fyri Norðuratlantshavi og Arktis kann lata enn fleiri dyr upp fyri føroyska sjóvinnu.
-Við øktu ferðsluni í Norðuratlantshavi og í Arktis eru stórir møguleikar fyri at veita tænastur á nógvum økjum, har vit longu hava góðar førleikar, ikki minst innan skipaumvælingar, el-arbeiði og ymiska ráðgeving, heldur løgmaður.
Bæði NATO og USA hava í hyggju at raðfesta Norðuratlantshavið og Arktis frammarliga komandi árini. Seinastu árini hava amerikanskir myndugleikar í fleiri umførum víst áhuga fyri Føroyum og einum samstarvi um tænastur og veitingar – eitt nú innan vistarveiting, bunkring, viðlíkahald og manningarskifti.
-Nú ræður um at fyrireika seg væl til nýggju møguleikarnar. Eg eri sannførdur um, at glógvandi virkishugurin og framskygdu fyritøkurnar í Føroyum fara at taka av øktu møguleikunum. Politiska skipanin vil gera sítt til at vera ein virkin viðspælari. Vit vilja stuðla og tryggja neyðugu karmarnar, so at føroyska sjóvinna kann menna seg enn meira, sigur Bárður á Steig Nielsen, løgmaður.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald