Uttanlands

Føroysku borgirnar heim at skifta manning

Koronasmittan orsøkin til at frálandsskipini hjá Skansi Offshore koma heim til Føroya at skifta manning. Í morgun kom Kongsborg, og mánadagin kemur Eldborg.

Leiðslan í Skansi Offshore hevur avgjørt, at øll manningarskiftini hjá teimum fimm frálandsskipunum, skulu gerast í Føroyum, nú meðan koronasmittan herjar.

Leiðslan í Skansi Offshore hevur avgjørt, at øll manningarskiftini hjá teimum fimm frálandsskipunum, skulu gerast í Føroyum, nú meðan koronasmittan herjar.

2020-03-28 16:55 Author image
Jan Müller
placeholder

[object Object]

Kongsborg komin á Havnina úr Norðsjónum fyri at skifta manning.

Tað eru ikki einans føroyingar, sum lesa ella arbeiða í útlondum, ið hava valt at koma heim, nú koronasmittan er farin at gera um seg. Eisini skipsmanningar koma heim. Reiðaríið hjá teimum fimm Borgskipunum, Skansi Offshore, hevur gjørt av at binda um heilan fingur og heldur enn at skula royna at fáa manningarnar at fara flogvegin heim til Føroya, so hevur tað valt at senda skipini til Føroya at skifta manning.

[object Object]

Fyrsta royndin varð gjørd í morgun, tá Kongsborg kom á Havnina. Teir 12 menninir fóru í land, og umborð fóru 12 avloysarar. Í løtuni er Kongsborg ávegis aftur á Askepot-feltið í norska partinum av Norðsjónum, har teir arbeiða fyri Equinor. Longu mándagin kemur næsta skipið, Eldborg á Havnina. Og soleiðis verður tað eisini við hinum trimum skipunum hjá felagnum.

[object Object]

Kongsborg á Askepot-oljufeltinum í Norðsjónum, har hon arbeiðir fyri Equinor

Jens Meinhard Rasmussen, stjóri, sigur við oljan.fo, at koronasmittan er einasta orsøkin til, teir hava valt at skifta manningar í Føroyum.

“Tað er trupult at skifta manning umvegis floghavnir, og tað setur so eisini manningina í vanda fyri smittu at flúgva millum fleiri flogvallir. Harumframt er flogsambandið sera avmarkað, og tað er sostætt lítil fleksibilitetur og stórur vandi fyri, at manningarskifti umvegis flogferðsluna mishepnast,” sigur hann.

Skansi Offshore hevur tí gjørt avtalu við sínar kundar um at skifta í Føroyum, soleiðis at til ber at fáa avgreitt manningarskiftini, og samtíðis soleiðis, at manningarnar ikki koma í smittuvanda undir ferðing.

[object Object]

Fyrsta skipið, sum kom á Havnina í morgun, var Kongsborg. Hini fýra skipini koma í næstu viku. Eldborg kemur longu mánadagin. 12 mans eru við hvørjum skipi, soleiðis at tað verða 120 mans, sum koma og fara hesa komandi tíðina.

[object Object]

Oljan.fo skilur, at øll skipini uttan Eldborg hava arbeiði í løtuni. Eldborg er á spottmarknaðinum. Av hinum eru trý hjá Equinor og eitt hjá Shell.

[object Object]

Jens Meinhard Rasmussen, stjóri sigur, at spottmarknaðurin er deyður í løtuni, og útlitini uppá stutt sikt eru ikki góð. Koronasmittan setur ein dempara á, men enn verri er lági oljuprísurin, sum ger, at flestu oljufeløg skerja í busjettum og minka um virksemið.

"Korona rakar okkum við, at tað er bæði trupult at skifta manning og eisini praktiskt við, at skipini eru lukkaði. Eingin sleppur í land og eingin umborð. Eisini er virksemið minkað vegna korona. Tað, sum tó rakar meinari, er tann lági oljuprísurin og tann veika norska krónan. Eg rokni við, at skip verða løgd, og nógvar uppsagnir vera í offshorevinnuni, tó ikki hjá Skansi,” leggur Jens Meinhard Rasmussen aftrat.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder