Innanlands

Fossáverkið í Vestmanna virkið í 70 ár

2. desember eru 70 ár liðin, síðani vatnorkuverkið við Fossá í Vestmanna varð sett í royndarrakstur og Sev kundi senda fyrstu kWt út á netið

(Mynd: SEV)

(Mynd: SEV)

2023-12-02 17:24 Author image
Sverri Egholm
placeholder

SEV: Jólini 1953 mundu vera nakað øðrvísi enn tey vóru von við hjá mongum í Streymoynni, Eysturoynni og Vágum.

2. desember eru 70 ár liðin, síðan vatnorkuverkið Fossaverkið í Vestmanna varð sett í royndarrakstur, og Sev kundi senda streym út á netið til bygdir í Streymoynni, Eysturoynni og yvir um Vestmannasund til Vágar.

Í bókini Ljós yvir landið skrivar Jógvan Arge soleiðis:

Verkið sett til

Í september 1953 var vatn sett á byrgingarnar, og 19. november vórðu ventilarnir latnir upp og vatn sett á rørini. Klokkan 9.30 hendan dagin startaði ein týskari turbinuna og koplaði generatorin til.

2. desember klokkan 16.30 varð streymur settur á orkustøðina og Fitjarnar, og eitt korter seinni varð streymur settur á Tórshavnarlinjuna.

3. desember varð streymur settur á Vestmannalinjuna og dagin eftir á Eysturoyarlinjuna.

4. desember vórðu Hvalvík, Streymnes, Norðskála og Oyri settar til, og 8. desember Strendur og Skála.

5. desember kom túrurin til Nes, Toftir, Runavík, Saltangará, Glyvrar og Gøtu, og 10. desember Lorvík.

6. desember varð streymur settur á háspenningarlinjuna vestur í Vágar. Frits Jacobsen úr Sørvági, sum hevði arbeitt sum múrari uppi við byrgingarnar, múrarði nú á kraftstøðini. Kayser helt, at tað var hóskandi, at ein vágamaður slapp at seta hesa linjuna til og bað Frits snara kontaktina klokkan 12.00.

Hendan dagin var Erling Heinesen saman við Juul-Hansen í Vágum. Streymur fekst til Sandvágs, Vatnsoyrar og Sørvágs, men tá Miðvágur skuldi setast til, brendi ein transformatorur saman. Hetta gjørdi, at Miðvágur fekk ikki streym frá SEV fyrrenn dagin eftir, og gøtuljósini vórðu ikki tendrað fyrrenn annan dagin eftir.

22. desember settu teir streym til Fjørð í Vestmanna, og nú fekk øll Vestmanna streym frá SEV.

Tá farið var um nýggjárið fingu um 1200 húsarhald streym frá SEV, men roknað varð við um 2000 nýtarum tilsamans í hesum fyrsta umfarinum. 26. januar visti 14. September at siga frá Erlingi Heinesen, at vanliga nýtslan lá um 600kW, og tað mesta hevði verið umleið 800 kW.

Men nakrar bygdir, sum vóru í fyrsta byggistigi, høvdu ikki fingið streymsamband enn. Tær vóru eitt nú Fuglafjørður, Rituvík, Lamba, Søldarfjørður og Eiði. Hartil kom, at summi virki, turkihús og onnur, høvdu ikki fingið innleggingar og motorar umlagdar til streym frá SEV.

Fyrsta turbinan virkin enn
Fyrsta turbinan, sum varð sett til á Fossáverkinum var ein Pelton/Maier turbina á 2,1 MW. Hon hevur tískil 70 ár á baki, men virkar enn sum fyrsta dagin. Í 1956 varð virksemið víðkað við eini størri Francis Voith turbinu.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder