Tvørturímóti – undir nýggja Víkinga-heitinum “Longboat Energy” hava teir nú sett borin í undirgrundina í Barentshavinum. Helst hava fleiri føroyskir íleggjarar frá Faroe Petroleum tíðini – umframt stovnaran og stjóran Graham Stewart – sett sítt álit á nýggja oljufelagið, sum nú roynir eyduna í Barentshavinum.
Eftir at hava keypt upp fleiri loyvi á norska landgrunninum er Longboat Energy nú fyri fyrstu ferð við í eini boring á Rødhette leitimiðinum í Barentshavinum saman við norska Vår Energy. Tess eigaralutur er 20%. Longboat varð stovnað í 2019, eftir at norska oljufelagið DNO keypti Faroe Petroleum. Eftir tað tóku tríggir av oddamonnunum í felagnum stig til at stovna Longboat Energy, sum hevur sett sær fyri at fara undir oljuleiting og framleiðslu á norska landgrunninum.
Við sær hava teir umframt íløgupening eisini drúgvar royndir og vitan frá tíðini, tá Faroe Petroleum var eitt sera virkið felag í bæði Norra og Bretlandi og sum kláraði seg sera væl á flestu økjum.
Hesin fyrsti brunnurin hjá felagnum fer at taka upp til seks vikur. Vår Energy er fyristøðufelag og brúkar pallin Scarabeo 8 til boringina. Umframt henda brunnin er ætlanin at bora tveir brunnar aftrat í hesum árinum. Helge Hammer, stjóri, er sera fegin um, at tað hevur eydnast felagnum eftir so stutta tíð bæði at keypa upp loyvispartar umframt at fara undir fyrstu boringina um sama mundið. Møguleikin fyri eini væleydnaðari boring er heili 41% skilst.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald