Innanlands

Frálandsvinnan hart rakt

Ein flutningsvinna, sum er hart rakt av korona-kreppuni, eru skipini, sum taka sær av flutningi og tænastum í oljuvinnuni skrivar Vinnuhúsið

2020-06-12 11:13 Author image
Jan Müller
placeholder

[object Object]

- Oljufeløgini hava høgt bremsurnar í, og virksemið er minkað sera nógv, sigur Jens Meinhard Rasmussen, stjóri í Skansi Offshore við heimasíðuna hjá Vinnuhúsinum í morgun.

Orsøkin er ikki bara korona, sigur hann. Heilt stóri trupulleikin er oljukríggið millum OPEC og Russland, sum gjørdi, at prísirnir raplaðu niðureftir. So kom korona. Oljuprísurin reyk frá 65 dollarum fyri tunnuna niður á 19 dollarar. Hetta hevur havt við sær, at íløgurnar í oljuvinnuni antin eru útsettar ella avlýstar, tað vil siga, at leitingin eftir olju er uppsteðgað. Eisini er framleiðslan av olju minkað, greiðir Jens Meinhard Rasmussen frá.

- Tað, sum rakar okkum mest, er at mann steðgar við leitiboring. Rættiliga nógv er steðgað, sigur hann.

Óvissari enn vanligt

Skansi hevur fimm skip og 130 fólk í starvi. Øll skipini sigla í norsku oljuvinnuni, har tey virka sum veitingarskip. Trý av skipunum hava sáttmála árið út, eitt hevur sáttmála til juli, og eitt skip, Eldborg, hevur ikki fastan sáttmála. Eldborg verður tó leigað til fyrifallandi og bráðkomnar uppgávur, men seinastu tvær vikurnar hevur hon ongar uppgávur havt.

- Støðan er óvissari, enn hon plagar. Í ringasta føri kann hetta raka okkum upp í 30% restina av árinum viðvíkjandi umsetningi, sigur Jens Meinhard Rasmussen.

Hann sigur, at fleiri av skipunum, sum eru sama slag sum tey hjá Skansa, liggja bundin við kai. Umleið 40 av 200 slíkum skipum eru ikki í sigling í løtuni.

Prísurin gongur rætta vegin

Hann hevur tó hampiligar vónir um, at vend kemur í. Oljuprísurin er hækkaður upp í umleið 40 dollarar fyri tunnuna, so tað gongur rætta vegin. Helst skal prísurin tó koma upp á einar 50-60 dollarar, fyri at tingini byrja at gerast meira vanlig aftur, heldur hann.

Manningarskiftini hava verið ein avbjóðing hesar seinastu mánaðirnar. Fyri at sleppa undan sóttarhaldi høvdu tey manningarskift í Føroyum einaferð, men hetta kravdi tríggjar eyka dagar og nógva vælvild frá kundunum. Nú hava tey heldur valt at savna skipini í Bergen, skifta manningina á øllum skipunum í senn og brúka so leiguflogfar at flúgva manningina aftur og fram.

Fleiri vinnugreinar seta álitið á 2021, men Jens Meinhard Rasmussen metir, at tað fer at taka eitt  eitt sindur longri tíð í hesari bransjuni, og at vit helst skulu fram til 2022 fyri at normalisera viðurskiftini í oljuvinnuni.

 

Kelda: Vinnuhúsið

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder