Um gongdin við at boykotta ella heilt gevast við at gera íløgur í nýggja oljuframleiðslu sleppur at halda fram ótarnað kann tað fáa stórar avleiðingar fyri framtíðar oljuprísin. Tað kann føra til ein oljuprís komandi fimm árini, sum kann fara upp um 100 dollarar og entá røkka 150 dollarum meta greinarar.
Ein amerikanskur banki vil entá vera við, at ein oljuprísur um nøkur ár uppá 190 dollarar fyri tunnina er heldur ikki óhugsandi.
Hetta eru tó ikki allir greinarar samdir um. Nú um dagarnar kom kenda fyritøkan Citygroup við síni meting av framtíðar oljuprísin, har stórur dentur varð lagdur á, at tað er farin tíð at tosa um ein oljuprís omanfyri 100 dollarar. Tað er tann beri fantasiur, at oljuprísurin fer at nærkast 100 dollarum aftur. Framtíðar oljuprísurin fer eisini at vera nærri teimum 45 heldur enn teimum 60 dollarum, sum fleiri greinarar annars tosa um.
Greinararnir hava annars býtt seg upp í tveir ymsar bólkar. Annar bólkurin heldur, at prísirnir kunnu fara nærsagt til “himmals”, tá eftirspurningurin av álvara fer at vaksa og korona er burtur ella minkað munandi umframt at íløgur í nýggjar oljukeldur verða sera avmarkaðar orsakað av grøna rákinum.
Hin bólkurin sigur, at líkamikið hvat fer at henda, so verður framtíðar “normalurin” nógv lægri eftirspurningur og harvið ein nógv lægri oljuprísur í mun til prísirnar undan korona. Her vendist ikki aftur til teir gomlu høgru oljuprísirnar verður sagt.
Trevor Woods, stjóri í íløgubankanum Northern Trace Capital í amerikanska statinum Ohio, hoyrir til fyrra bólkin. Hann sigur við Wall Street Journal, at oljuprísurin lættliga kann røkka 150 dollarum í 2025.
Fleiri aðrir greinarar eru samdir við honum eitt nú JP Morgan og grundgeva teir fyri einum himmalhøgum oljuprísi við at vísa til, at lækkandi íløgurnar í bæði leiting og nýggjar framleiðslur fara at koyra oljuprísin upp í loft. Altjóða orkustovnurin IEA, (Energy Agency) hevur víst á, at oljuíløgurnar í 2020 fara bert at vera ein triðing av oljuíløgum árið fyri.
Kelda Oilprice.com
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald