Uttanlands

Framtíðin byggir á varandi orku

Granskarar meta, at sleppast kann undan at brenna kolvetni innan 2050

(Savnsmynd: EPA)

(Savnsmynd: EPA)

2022-08-11 12:45 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Heimsins orkuskipanir kunnu gerast 100 prosent varandi við at brúka sól- og vindorku, orkugoymslu, samskipan og beinleiðis elektrifisering av samfelagstænastum. Tað eru granskarar samdir um.

Granskarar í 15 altjóða lærdum háskúlum staðfesta nú í eini nýggjari frágreiðing, at orkuframleiðslan í framtíðini ikki er bundin av lívrunnum brenni.

Tey hava samanfatað fleiri hundrað granskingarverkætlanir, sum prógva, at ein orkuskipan, sum er 100 prosent varandi kann náast áðrenn 2050.

Tað verður granskað nógv í varandi orkuloysnum í hesum tíðum, og Christian Breyer, professari á LUT-universitetinum í Finnlandi, sigur við finska kringvarpið YLE, at orkuloysnir, sum bæði eru bíligari enn nú, og sum lúka krøvini um haldbærið hjá náttúruni eru í eygsjón.

Loysnirnar fyri at sleppa undan at brenna kolvetni er sól- og vindorka, orkugoymsluskipanir, sokallaðar sektorintegrasjónir og at orkukrevjandi framleiðslur og ídnaður annars leggja um til ravmagnsloysnir. Hartil skulu finnast skipanir til at taka koltvísúrni úr atmosferuni.

- Granskingin vísir, at vit longu nú hava tøknina, sum krevst fyri at skapa eina heimsumfatandi orkuskipan, sum bara byggir á varandi orkukeldur. Tað er møguligt, bæði búskaparliga og tekniskt, sigur Sven Teske, professari á tekniska universitetinum UTS í Sidney í tíðindaskrivi

Yvir 20 rithøvundar frá 15 ymsum granskingarstovnum úr níggju ymsum londum hava verið við til at lýsa framtíðarmyndina einans við varandi orku.

Granskararnir hava hugt eftir teimum økjum, sum hava talað ímóti at tað ber til at byggja 100 prosent upp á varandi orku, og eru komin fram til, at tað í dag finnast loysnir, og at tað ikki longur eru áskoðanir, sum tala ímóti einum orkuskifti.

Men fyritøkur, samskipanir og stjórnir mugu samstarva fyri at skapa grundarlag fyri hesi framtíð, vísa granskararnir á. Enn eru skipanir og modell, sum skulu tillagast lokalsamfeløgum og mentanum og siðvenjum áðrenn komið er á mál.


Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder