Fyri hálvum øðrum ári síðani vardi Óluva sína Ph.d-verkætlan við heitinum “Investigation and applicability of interpreted well log data within the Faroe Islands Basalt Group (FIBG)”, sum í stuttum merkir, at hon kannaði, hvussu dátur frá boriholskanningartólum (wire-line logging) kunnu nýtast at læra føroysku undirgrundina betur at kenna.
Endamálini við at brúka dátur frá boriholskanningartólum kunnu vera nógv, millum annað kunnu tey brúkast til at kanna undirgrundsvatnstreymar.
Fyrilesturin kemur inn á úrslit av kanningunum frá verkætlanini, men eisini verður greitt frá nýggjari arbeiði, har dátur frá boriholskanningartólum verða viðgjørdar og nýttar á Jarðfeingi í dag.
Fyrilesturin á Sunda bókasavni verður í Skúlanum við Streymin kl. 19.00.
Kelda: jf.fo
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald