Oljan verður flutt gjøgnum rørleiðing til Mongstad virkið nærhendis Bergen - nærum 300 kilometrar.
”Hetta er ídnaðarsøga, sum verður skrivað". Soleiðis tók norski olju- og orkumálaráðharrin, Kjell Børge Freiberg, til orðanna, tá hann tók ímóti tí fyrstu oljuni frá Johan Sverdrup, einum av teimum størstu oljukeldunum nakrantíð í Norðsjónum. Hann varð saman við leiðarum og starvsfólki hjá Equinor og øðrum oljufeløgum til steðar á Mongstad móttøkustøðini, tá fyrsta oljan frá risa oljukelduni kom í land í Noregi.
Olja fyri 300 mió. kr. fer hvønn dag at koma til Mongstad. Oljan kemur í rørleiðingum frá Sverdrup kelduni, ein teinur uppá 283 kilometrar. Á Mongstad verður oljan gjørdi klár til at senda út á heimsmarknaðin.
Olju- og orkumálaráðharrin helt fyri, at tað er bara eitt hann ynskir sær eftir hesa stórhending, og tað er, at fleiri Johan Sverdrup keldur verða funnar. Johan Sverdrup fer komandi 50 árini at framleiða olju til eitt virði uppá meira enn 1400 mia. kr., harav tær 900 fara í norska landskassin og til samfelagið annars. Fyrsta lastin av Johan Sverdrup olju fer til Kina.
Equinor, sum er fyristøðufelag fyri hesa søguligu oljukeldu, hevur gjørt sera nógv burtur úr at gera framleiðsluna so umhvørvisvinarliga sum gjørligt, har nýggjasta tøknin tryggjar, at CO2 útlátið er so lágt tilber. Tað er greitt, at Johan Sverdrup tøknin er ein stórur læripeningi til onnur lond, sum framleiða olju og gass. Eisini í aðrar mátar verður hugsað um at minka um útlátið av CO2. Pallarnir verða riknir við streymi úr landi og fer tað at minka um gassútlátið og harvið dálkingina.
Tá útbyggingin av Johan Sverdrup er liðug í 2022 fer keldan at framleiða 30% av allari kolvetnisframleiðsluni í Norra. Mongstad fer tá at taka ímóti 660.000 tunnum av olju um dagin.
Johan Sverdrup er triðstørsta oljukeldan, sum er funnin á norska landgrunninum og hevur eingin so stór útbygging verið í meira enn 30 ár.
Hini feløgini, sum eru partur av Johan Sverdrup, eru Lundin, Petoro, Aker BP og Total.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald