Uttanlands

Gassprísur til himmals

Kríggið í Miðeystri hevur fingið stórframleiðara av LNG gassi at steðga framleiðsluni

(Mynd: EPA)

(Mynd: EPA)

2026-03-03 00:01 Author image
Jan Müller

Talan er um ein av heimsins størstu framleiðarum av LNG gassi, sum nú hevur avgjørt at stongja niður framleiðsluna eftir álop úr Iran.

Tað hevur verið við til at fáa gassprísin at fara til himmals. Hann er hækkaður við meira enn 50 prosent. Samtíðis ger Iran greitt, at tað fer heilt at stongja fyri ferðsluni í Hormuzsundinum. Øll skip, sum halda fram við at flyta olju og gass gjøgnum sundið, verða álopin og verður eldur settur á tey. Hetta hevur fingið flutningsfeløg eitt nú danska Maersk at gevast við flutningi fyribils.

[object Object]

Samanumtikið hevur kríggið havt ógvusligar avleiðingar fyri londini í Miðeystri men hóttir nú eisini við at fáa avleiðingar fyri sjálvan heimsbúskapin. Longu nú verður tosað um ein oljuprís uppá 100 til 120 dollarar.

Einki bendir á, at kríggið fær ein enda í bræði, nú Trump forseti hóttir við uppaftur fleiri álopum á Iran komandi vikurnar. Amerikanski krígsmálaráðharrin sigur í røðu, at endamálið hjá USA við krígnum er ikki at stuða uppundir demokrati í landinum. Tað má fólkið har sjálvt taka sær av, tó at USA stuðlar teirra royndum.

Høvuðsatvoldin til amerikonsku álopini er at berja niður iranska hernaðin, soleiðis at hann ikki framhaldandi gerst ein hóttan móti USA.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald