Uttanlands

Gav burtur ein fjórðing av einari milliard – er nú milliardingur

Ognin hjá Helge Lund er fleirfaldað uppá fá ár. Hetta hóast fyrrverandi Statoil-stjórin hevur givið burtur virði fyri risastórar upphæddir .

Helge Lund hevði sum fyrrverandi stjóri í Statoil ein  týðandi leiklut í  oljuleitingini við Føroyar. Hann hevur ikki slept Føroyum og er í dag nevndarlimur í Tjaldur. Mynd Finansavisen.

Helge Lund hevði sum fyrrverandi stjóri í Statoil ein týðandi leiklut í oljuleitingini við Føroyar. Hann hevur ikki slept Føroyum og er í dag nevndarlimur í Tjaldur. Mynd Finansavisen.

2026-09-24 14:09 Author image
Jan Müller

Hetta er yvirskrivtin í norska miðlinum, Finansavisen, um fyrrverandi Statoil stjóran, sum eisini er virkin í føroyskum vinnulívi.

Helge Lund var stjóri í Statoil frá 2004 til 2014. Í hesum tíðarskeiði var felagið eisini virkið á Føroyaøkinum.  Síðani gjørdist hann stjóri í bretska BG Group, men bert stutta tíð seinni varð felagið keypt av Shell. Hann hevur drúgvar royndir sum ovasti stjóri í altjóða fyritøkum og hevur eisini síðstu árini millum annað verið knýttur at CD&R, einum amerikonskum íløgugrunni.

Tað hevur gingið væl hjá honum, og hann hevur forvunnið  nógvan pening á altjóða pallinum. Ein stóran part av ognini hevur hann latið til vælgerandi endamál, og tað er tað norski miðilin viðger, og yvirskrivtin sipar til. Sjálvt um hann síðstu árini hevur latið yvir 250 milliónir sum gávu til ymisk endamál, so hevur avkastið av ognini hjá honum givið sera gott avkast hesa tíðina, og tey meta, at hann hóast hetta er góður fyri væl yvir eina milliard.

Helge Lund er eisini nevndarlimur og ein av mongum eigarum í føroyska Tjaldur. Sambandið til Tjaldur hevur hann gjøgnum nevndarformannin í felagnum, Rúna M. Hansen.

Men hetta sambandið gongur longur aftur enn til Tjaldur. Teir báðir arbeiddu nógv ár saman í Statoil/Equinor, og hava nú samstarvað í Tjaldur síðani 2016, tá Helge Lund kom inn í nevndina.

Tjaldur hevur síðani stovnanina í 2004 ment seg frá sínum uppruna í føroyska vinnulívinum til eitt  vinnufelag við íløgum og virksemi í Norðurlondum og Bretlandi.

[object Object]Nevndarlimir í P/F Tjaldur: Rúni M. Hansen, nevndarformaður, Líggjas í Bø, nevndarlimur og Helge Lund, nevndarlimur. Rúni og Líggjas vóru við til at stovna P/F Tjaldur.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald