Um góðan hálvan annan mánað verður klárt at seta fulla ferð á elframleiðsluna frá teimum seks vindmyllunum hjá Magn og Lív í Flatnahaga.
Støðan í Flatnahaga er góð, nú alt arbeiðið er liðugt hjá bæði eigarunum og veitarunum EL.FO og J&K Petersen, SEV og Enercon sigur Finn Jacobsen, stjóri í Magn.
Nú byrja royndarkoyringarnar. Fyrst skulu sonevndar funktións-testir gerast av øllum lutum í hvørjari myllu sær og teldusamskifti til kontrollrúmið hjá SEV. Síðan verður ein og ein mylla sett inn á netið. Um 14 dagar verða so tríggar myllur royndarkoyrdar á netinum eftir einum avtalaðum leisti.
Tá tað er nøktandi verður farið víðari at royndarkoyra hinar 3 myllunar. Finn Jacobsen sigur, at um alt gongur eftir ætlan yvirtaka teir myllurnar 16. desember í ár, og tá kann SEV brúka myllurnar við fullari framleiðslu.
Til várs fer J&K Petersen at gera lendisarbeiðið heilt liðugt.
Tá tær seks vindmyllurnar í Flatnahaga fara undir framleiðslu verða ikki færri enn 25 vindmyllur í trimum vindmylnulundum í vindorkulandinum omanfyri Havnina.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald