Innanlands

Gera klárt til stórar oljutangar á Hulki

17 metrar høgu tangarnir hjá oljufelagnum Krafta verða fluttir úr Danmark við skipi

(Mynd: Articon)

(Mynd: Articon)

2025-03-08 15:56 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Á Hulki á Strondum fyrireikar ArtiCon nú uppsetingina av tveimum stórum oljutangum á staðnum. Tangarnir verða 17 metrar høgir og 14 metrar breiðir, og byggiharri er oljufelagið Krafta.

Arbeiðið fevnir í høvuðsheitum um at gera fundamentið, har tangarnir skulu standa, og at stoypa garð rundan um. Eisini verður gjørt eitt trygdarpláss til tangabilar at nýta í sambandi við áfylling.

Tangarnir verða fluttir til Føroya við skipi. Hirtshals Havn legði í gjár upptøkur út av, tá tangarnir vórðu lyftir umborð á Akranes, sum skal flyta teir til Føroya.

Siglt verður spakuliga upp til Føroya við tangunum og tað væntast at fara at taka hálvtannað samdøgur at sigla.

Tá ið tangarnir koma, fara kranar hjá ArtiCon og Løvubetong at lyfta teir av skipinum og seta teir upp.

Verkætlanin væntast liðug seint í vár, sigur ArtiCon.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder