Uttanlands

Gongur rætta vegin hjá Atlantic Petroleum

Avtala við oljufelagið Nexen, sum Ben Arabo fekk í lag, bøtir nú munandi um fíggjarstøðuna hjá felagnum

2019-01-27 15:07 Author image
Jan Müller
placeholder

 

Avtalan, sum táverandi stjórin í Atlantic Petroleum, Ben Arabo fekk gjørt við oljufelagið Nexen, viðvíkjandi avriggingarkostnað fyri Ettrick og Blacbird leiðirnar, ið góvust at framleiða í 2016, ber nú eftir øllum at døma ávøkstur. Nú hon er komin endaliga uppá pláss bøtir hon munandi um fíggjarstøðuna hjá felagnum. Tá so inntøkurnar frá Orlando kelduni, har Atlantic Petroleum sambært eini avtalu frá 2017 fær ein part av framleiðsluvirðinum, byrja at renna inn seinni í ár, fær Atlantic Petroleum helst positivan eginkapital aftur.


Tað var í desember í fjør, at Atlantic Petroleum, sum seinastu árini hevur verið í sera tungum sjógvi, fekk avgreitt oljukeldurnar Blackbird og Ettrick í Norðsjónum og í tí sambandi kann afturføra meira enn 11 mió. pund ella knappar 93 mió. kr, sum tað fyrr hevur verið tvungið til at seta av, men sum nú fer at styrkja balansuna fyri 2018, eftir at uppgerð er gjørd.

Hetta stendur at lesa í eini fráboðan frá felagnum. Eisini verður víst á, at framleiðslan frá Orlando oljukelduni nærkast men verður nakað seinkað í mun til upprunaligu ætlanina. Væntandi verður fyrsta framleiðslan frá Orlando í hesum ársfjórðinginum. Atlantic seldi sín ognarlut í Orlando í 2017 við eini avtalu um at móttaka 2% av umsetninginum frá teimum fyrstu 5 mió. tunnunum frá feltinum, hareftir parturin fer at hækka til 4,35% av allari framleiðsluni.

 

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder