Uttanlands

Gongur skeiva vegin á nýggjari oljuleið

Partabrøvini í Lancaster oljukelduni eystan fyri Føroyar eru lækkað munandi í virði eftir, at goymslurnar ikki liva upp til metingarnar

Minni olja enn væntað kemur upp úr Lancaster kelduni á Atlantsmótinum

Minni olja enn væntað kemur upp úr Lancaster kelduni á Atlantsmótinum

2020-09-12 13:28 Author image
Jan Müller
placeholder

 [object Object]

Vónirnar vóru stórar til nýggju oljuleiðina har suðuri á Atlantsmótinum, Lancaster. Talan var um eitt nýtt og spennandi oljuævintýr. Eftir at hava rakt við olju í sjálvum grundfjallinum varð farið undir ein spildurnýggjan framleiðsluhátt nevndur “fractured basement”, fyri fyrstu ferð á bretska landgrunninum.

Felagið Hurricane Energy við táverandi stjóranum og stigtakaranum Robert Trice hevði so stórar vónir til nýggju oljuleiðina, at tað einsamalt fór undir at menna eina framleiðslu við einum framleiðsluskipi. Tað skuldi eisini vísa seg at ganga væl í byrjanini, men síðani hevur gingið niður á bakka, tí oljustreymurin er minkaður nógv. Og nú sæst tað eisini aftur í partabrøvunum, hvørs virði er farið niður í helvt.

Tað sá annars so bjart út, at fleiri íleggjarar valdu at seta pengar í verkætlanina og boraðir vórðu fleiri nýggir brunnar í grannalagnum fyri at kunna vaksa um goymslurnar og útbyggja hesar við at binda tær í Lancaster kjarnuna.

Felagið Spirit Energy var eitt av feløgunum, sum trúði uppá hesa verktætlanina og setti sær fyri at bora tríggjar leitibrunnar í økinum nærhendis Lancaster. Ein boring gav úrslit men so gekk galið. Hinir brunnarnir vóru eitt vónbrot fyri bæði Spirit og Hurricane. Og so hendir tað, at “flowið” frá Lancaster brádliga minkar, og nú verður so sett spurnartekin við alla verkætlanina, sum annars skuldi vera eitt nýbrot á Atlantsmótinum.

Tað, sum skuldi vera ein sólskinssøga innan oljuframleiðslu í okkara parti av heiminum, kann nú enda við at vera ein miseydnað roynd at leita nýggjar leiðir innan oljuframleiðslu. Men enn er ætlanin kortini ikki slept. Roynt verður at finna útvegir fyri at gera framleiðsluna meira lønandi. Hetta er tó treytað av, at metingarnar av kendu goymslunum í undirgrundini ikki minka enn meira - og at íleggjarar framvegis trúgva uppá hana.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder