2022-03-31 18:44
Eftir fáum døgum síggjast nú stórar broytingar á Gellingarkletti. Har áður var hagi er nú grundarlagið lagt fyri eini føroyskari orkuframtíð.
Vindmylnutornini hjá Effo og Røkt eru komin upp at standa eitt fyri og annað eftir og nú er farið at seta útbúnaðin á tornini, sum í næstum eisini fær vitjan av veingjunum, ið um ikki so langa tíð fara at framleiða fyrsta streymin til netið hjá SEV. Esmar Klakstein tók hesar dronumyndirnar í góðveðrinum í dag.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald