2026-10-21 15:24
Hetta hendir, hóast amerikanski forsetin Donald Trump roynir at avmarka og steðga broytingingunum til grøna orku. Tað skrivar heimskenda blaðið Financial Times.
Í 2025 framleiddu amerikonsku elveitingarfeløgini eina metstóra nøgd av ravmagni úr varandi orkukeldum. Sambært S&PGlobal Energy verður væntað, at metnógv - 45 gigawatt - av reinari grønari orkuframleiðsluorku verður løgd afturat í ár.
So hóast álopini úr Washington á reina grøna orku — og hóast brádligi prísvøksturin á brennievni í ár — hava grøn orkupartabrøv kring heimin fyri tað mesta staðið seg betur enn samsvarandi partabrøv innan olju og gass. Hetta er hent eftir, at Donald Trump varð tikin í eið sum forseti fyri aðru ferð skrivar Financial Times.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald