Tað eru helst ljósari tíðir fyri framman hjá orkufelagnum Longboat Energy við m.a. fleiri føroyskum partaeigarum. Hetta kunnu vit staðfesta í hesum døgum, nú norskir myndguleikar hava góðkent eitt samstarv “Joint Venture” millum Longboat og japanska orkufelagið Japex Petroleum. Nakað, sum viðmerkjarar halda kann gerast eitt sera spennandi samstarv.
Feløgini eru vorðin samd um saman at leita eftir olju og gassi í Norra eins og menna orkuleiðir. Við hesi avgerð kunnu feløgini gerast ein týðandi nýggjur spælari á norska landgrunninum.
Síðani norska orkufyritøkan DNO keypti upp Faroe Petroleum nøkur ár herfyri hevur táverandi leiðslan í felagnum við m.a. Graham Steward á odda, stovnað og ment orkufelagið Longboat Energy. Sølan av Faroe Petroleum gav so mikið av pengum, at hon m.a. kundi brúkast til at leggja botn til eitt spildurnýtt orkufelag, har Graham Steward í dag er nevndarformaður.
Sami Graham, sum stovnaði Faroe Petroleum í byrjanini av føroyska oljuævintúrinum seinast í 90-unum, varð eisini ein av undangongumonnunum í oljuleitingini við Føroyar. Men læka úrslitið av leitingini við Føroyar sum heild hevði við sær, at Graham saman við fleiri øðrum føroyingum setti kós móti Norðsjónum og stovnaði skrivstovur bæði í Aberdeen og Stavanger. Við uppkeypinum av Faroe Petroleum vildi leiðslan royna nakað nýtt.
Hóast yvirtøkan av felagnum ikki júst var tað, sum leiðslan í felagnum ynskti, so gav hon tó grundarlag fyri at fara undir annað virksemi tó framvegis innan olju og gass í Norðsjónum. Longboat Energy hevur verið við í fleiri boringum í norska partinum av Norðsjónum við góðum úrslitum í fleiri førum. Tað nýggjasta er, at felagið hevur keypt part av Statfjord leiðini og við hesum er felagið vorðið eitt framleiðandi orkufelag.
Herfyri frættist, at Graham Steward hevur stovnað enn eitt orkufelag, sum skal arbeiða í syðra partinum á bretska landgrunninum. Saman við einum kendum oljumanni, Chris Cox frá Spirit Energy hevur hann stovnað nýggja orkufelagið Curium Resources. Sostætt hevur hann eitt bein á norska og eitt á bretska landgrunninum.
Áhugavert verður at fylgja við í fótafetunum hjá stovnaranum av Faroe Petroleum á sinni, nú hann av álvara hevur sett kós móti landgrunnunum í bæði Bretlandi og Noregi.
Nú kundi verið spurt, um hesin undangongumaðurin innan oljuleitingini við Føroyar í nullunum, ikki verður at síggja aftur á føroyska landgrunninum. Tað er sjálvandi ilt at meta um.
Um okkurt annað felag sær møguleikar aftur í Føroyum og ruddar slóð fyri nýggjari leiting og hepnast við hesum, tá er væl ikki óhugsandi, gita vit, at vit aftur fara at síggja hálva føroyingin aftur um okkara leiðir – við sínum drúgvu royndum herfrá sum barrlast. Hóast hann og hansara starvsfelagar hava nokk at síggja til komandi tíðina, so skal man aldrin siga aldrin í hesi vinnuni.
Keldur: Offshore Energy, Energy Voice
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald