Uttanlands

Graham Stewart stovnar Longboat Energy

Felagið fer undir virksemi, ið skal stuðla undir olju- og gassframleiðslu og við tíðini byggja upp eitt nýtt olju- og gassfelag

Graham Stewart, stovnari og fyrrverandi stjóri í Faroe Petroleum, hevur stovnað nýtt orkufelag, Longboat Energy, sum skal veita tæntastur til olju- og gassframleiðsluvinnuna í Norðsjónum.

Graham Stewart, stovnari og fyrrverandi stjóri í Faroe Petroleum, hevur stovnað nýtt orkufelag, Longboat Energy, sum skal veita tæntastur til olju- og gassframleiðsluvinnuna í Norðsjónum.

2019-10-01 12:37 Author image
Jan Müller
placeholder

Sambært skotska miðlinum Herald Scotland fer fyrrverandi stjórin í Faroe Petroleum, Graham Stewart, nú aftur til arbeiðis í orkuvinnuni. Hann hevur saman við tveimum fyrrverandi starvsfeløgum, Helge Hammer og Jonathan Cooper, stovnað felagið Longboat Energy, sum herfyri varð skrásett í London. Sum skilst skal nýggja felagið stuðla undir olju- og gassframleiðslu, “support activities for petroleum and natural gas extraction”, skrivar HeraldScotland.

Graham Stewart stovnaði Faroe Petroleum í 1998 eftir at hava arbeitt hjá skotska oljufelagnum Dana Petroleum. Faroe Petroleum varð uppkeypt av norska DNO í januar 2019. Felagið byrjaði við oljuleiting á føroyska landgrunninum, men fór so seinni víðari út í heim og gjørdist ein týðandi spælari innan bæði leiting og framleiðslu.

Graham sigur í eini viðmerking til oljan.fo:  “Tað er enn ov tiðliga at siga nakað um ætlaninar hjá okkum, men vit rigga til at byrja eina nýggju ferð saman - at byggja upp eitt nýtt olju- og gassfelag."

 

 

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder