Uttanlands

Grøn orka stendur fyri helvt av streymframleiðsluni í ES

Fyri fyrstu ferð verður meira enn helvtin av streyminum í ES framleiddur við hjálp av vindi, vatni, sól og “biomassa”. 

2024-07-18 19:29 Author image
Jan Müller
placeholder

Ein av orsøkunum til broyttu gongdina frá fossilum brennievni til varandi orku stavar frá útbyggingini av vindmyllum í Norðsjónum. Eisini vindorkan á landi dregur rætta vegin og stóð fyri einum vøkstri uppá 15% frá 2022 til 2023.

Um somu tíð minkaði framleiðslan av gassi við 19%. Eisini kolaframleiðslan minkaði við 30%.

Hóast hesar broytingar er tað kortini kjarnorkan, sum stendur fyri størstu streymframleiðsluni, nevniliga 24% av samlaðu orkuni.

Men hóast  broytingarnar í sambandi við grøna orkuskiftið, tá talan er um streymframleiðslu, so sigur Eurelectric stovnurin í ES, at broytingarnar ganga ov seint. Tí heitir stovnurin á ES um at skunda enn meira undir elektrifiseringina av øllum ES. 


Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder