Innanlands

Grøna orkuskiftið og manning størsta avbjóðingin hjá altjóða handilsflotanum

Reiðarafelagið fyri Handilsskip, sum umboðar handilsskip í Føroyum, hevur sett sær fyri at hava ein virknan leiklut í at røkka altjóða krøvunum, um at minka um heimsútlátið

Formaðurin fyri Reiðarafelag fyri Handilsskip, Jens Meinhard Rasmussen luttekur á altjóða veðurlagsráðstevnuni í Dubai saman við eitt nú Ingilín Strøm, landsstýriskvinnu í orku- og umhvørvismálum.

Formaðurin fyri Reiðarafelag fyri Handilsskip, Jens Meinhard Rasmussen luttekur á altjóða veðurlagsráðstevnuni í Dubai saman við eitt nú Ingilín Strøm, landsstýriskvinnu í orku- og umhvørvismálum.

2023-12-11 12:17 Author image
Jan Müller
placeholder

Føroyski handilsflotin virkar undir somu krøvum sum altjóða reiðarí, og tí krevst at vera árvakin og fylgja við, hvørji ítøkilig átøk skulu gerast fyri at leggja um til meira burðardyggar loysnir.

Reiðarafelagið fyri Handilsskip (RFH) luttók um vikuskiftið á ráðstevnuni “Shaping the future of shipping” í Dubai. Ráðstevnan var samskipað av International Chamber of Shipping (ICS), har RFH er limur. ICS er eitt áhugafelag fyri national reiðarafeløg fyri handilsskip og ICS umboðar 80% heimsflotanum.

RFH tekur undir við endurskoðaðu IMO strategiini, sum setur strangari krøv til reiðarí. Tí er umráðandi, at politikarar, vinnan, orkuveitarar og aðrir áhugapartar arbeiða saman, um tað skal verða møguligt at røkka nýggju málunum.” sigur Jens Meinhard Rasmussen, formaður í RFH.

Ingilín D. Strøm, landsstýriskvinna í umhvørvismálum, luttók í einum politiskum kjaki á ráðstevnuni í Dubai. Landsstýriskvinnan nevndi m.a. at í mun til shipping, so er neyðugt við altjóða loysnum til ein altjóða trupulleika. Eisini segði hon, at lond hava ymsar avbjóðingar, og hesi ítøkiligu atlit eiga at verða partur av krøvum, sum verða sett londum og vinnuni.

Ein av greiðu niðurstøðunum var, at altjóða handilsflotin hevur tvær stórar avbjóðingar. Onnur er umlegging til burðardyggar loysnir, sum kunnu viðvirka til eitt netto null útlát í 2050, og hin er at manna skipini. At manna skipiini snýr seg bæði um at hava nóg mikið av skikkaðum sjófólki, men eisini um at umskúla sjófólk, so tey eru til reiðar til orkuskiftið, sum fer fram komandi árini.

Á ráðstevnuni luttóku flestu viðkomandi áhugapartar, sum hava ein leiklut í at røkka endurskoðaðu IMO strategiini. Endamálið við ráðstevnuni var at savna stjórnir, reiðarar, havnarmyndugleikar, klassingarfeløg,  orkuveitarar, fíggingarstovnar o.o fyri at eyðmerkja átøk, sum kunnu gerast loysnir fyri at røkka málunum um at minkað útlatið.

International Maritime Organisation, IMO, sum er ein stovnur undir ST, dagførdi herfyri málsetningarnar fyri útlátið hjá altjóða handilsflotanum. Hetta merkir samstundis, at føroyski handilsflotin arbeiðir stútt og støðugt við at liva upp til hesi krøv. Talan er um stórar íløgur, sum føroysku reiðaríini eru í holt við. Millum annað eru bæði ný- og umbyggingar settar í gongd.

Kelda: industry.fo

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder