Í dag kunngjørdi grønlendski landsstýrisformaðurin Múte Bourup Egede á eini samkomu í norðurlendska skálanum á COP26, at grønlendska landsstýrið hevur avgjørt at taka undir við veðurlagsavtaluni, sum varð gjørd í París í 2015. Tað var eisini her, at landsstýrisformaðurin legði fram grønlendsku ætlaninar um eina grønari framtíð.
-Eg eri errin av, at tað nýggja Naalakkersuisut, grønlendska landsstýrið, hevur avgjørt, at Grønland skal taka undir við Parísavtaluni, segði Múte Egede, sambært heimasíðuni Norden.
Hann vísti samtíðis á, at arktiska økið er eitt av teimum økjum á jørðini, sum merkir mest til altjóða upphitingina, og tí helt hann tað vera náttúrligt, at Grønland tekur ábyrgd. Tað merkir, at Grønland má eisini geva sítt íkast.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald