Hvussu minka vit okkara nýtslu? Hvussu tryggja vit okkum, at val okkara eru góð fyri umhvørvið? Hvussu hugsa við burðardygd í sambandi við ætlanir, strategiir og gerandisdagin? Hesum spurningum hava umhvørvisserfrøðingar og fakfólk úr mentanarumhvørvinum arbeitt við, síðani Norðurlendska Ráðharraráðið setti verkætlanina Burðardyggar mentanarupplivingar (Bæredygtige kulturoplevelser) í verk - ein verkætlan, sum hevur til endamáls at lætta um hjá norðurlendskum mentanarstovnum at fara í gongd við grøna skiftið og gerast CO-2 nevtral í 2050.
Nú er úrslitið av hesari verkætlan tøkt: Grøna vegakortið (Grønt Vejkort), sum er ein rúgva at uppskotum til, hvussu mentanarstovnar kunnu seta gongd á grøna skiftið. Norðurlandahúsið í Føroyum hevur staðið á odda fyri verkætlanini og tryggjað, at verkætlanin bar á mál. Gunn Hernes, stjóri, er errin av avrikinum:
– Grøna vegakortið (Grønt vejkort) vísir, hvussu vit mentanarstovnar kunnu hava stórar og realistiskar ætlanir í arbeiðinum fram ímóti einum grønum skifti. Vit eru sera errin og glað, at vit við vegakortinum kunnu hjálpa norðurlendskum mentanarstovnum, soleiðis at vit saman kunnu flyta mentanarumhvørvið fram á eina grønari leið.
Vegakortið kann nýtast bæði politiskt, í rakstri og leiðslu, og tað hevur góð ráð um orkukeldur, matvørur og flutning, eins og tað er ein kelda til íblástur til strategiarbeiði og at leggja arbeiði til rættis. Harafturat eru prei og góð ráð til norðurlendsku stjórnurnar um, hvussu tær kunnu stuðla mentanarstovnunum í grøna skiftinum.
– Mentanarstovnar sum vit hava eina ábyrgd at eggja og geva íblástur til grøna skiftið. Tí er tað av alstórum týdningi, at vit ganga á odda í grøna skiftinum. Í Norðurlandahúsinum arbeiða vit áhaldandi fram ímóti at gerast umhvørvisvinarligari - grønari, og nú við Grøna vegakortinum hava vit fingið eitt ítøkiligt amboð at hjálpa og vegleiða okkum í grøna skiftinum, sigur Gunn Hernes.
Ein lítið broyting, sum Norðurlandahúsið fer at gera alt fyri eitt er, at vanligu battaríini í Norðurlandahúsinum verða skift út við uppløðandi battarí - eitt av viðmælunum í Grøna vegakortinum (Grønt Vejkort). Fyri framman liggja tó størri broytingar.
– Fyri at vit skulu fáa eitt grønt skifti, er neyðugt, at vit broyta okkara arbeiðsvanar og mannagongdir, og at vit leggja tíð og pengar í hetta. T.d. vilja vit fegin skifta oljufýringina út við grøna orkukeldu, sigur Gunn Hernes.
Grøna vegakortið (Grønt vejkort) er partur av skránni hjá Norðurlendska Ráðharraráðnum, Burðardyggur lívsstílur (Bæredygtig livsstil), og kann takast niður av heimasíðuni hjá Norðurlandahúsinum her.
Norðurlandahúsið
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald