Oljuprísvøksturin í 2019 er tann hægsti síðani 2016. Stóra prísframgongdin kemst av vónunum til eina handilsavtalu millum USA og Kina og av avgerðini hjá Opec londunum saman við Ruslandi at halda fram við framleiðsluavmarkingum.
Prísurin á eini tunnu av olju var í morgun 66,22 dollarar, í gjár var hann uppi á 67,13 dollarum. Reuters skrivar, at vónir eru til, at eftirspurningurin fer at vaksa. Opeclondini hava saman við Ruslandi gjørt av at skerja framleiðsluna við 500.000 tunnum um dagin omaná tær 1,2 mió. tunnur, sum skornar vórðu av framleiðsluni í fjør. Vaksandi órógv í Irak ávirkar eisini prísin eins og amerikonsk loftálop í Irak. Eisini minni amerikanskar oljugoymslur hála prísin uppeftir eins og ein veikari dollari.
Samanumtikið eru tað tí mong viðurskifti, sum í seinastuni hava togað oljuprísin upp ímóti teimum nærum 70 dollarunum, tó at nakað enn er eftir at røkka tí høga prísinum. Eitt skifti herfyri var prísurin omanfyri 68 dollarar fyri tunnuna.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald