Í morgun hækkaði oljuprísurin til 68,66 dollarar fyri tunnuna. Hetta er hægsti oljuprísurin í ár. Síðani ársskiftið er hann hækkaður við umleið einum triðingi.
Orsøkirnar til høga oljuprísin eru fleiri. Ein týðandi orsøk er avgerðin hjá Opec at varðveita framleiðsluloftið fram til juni og møguliga entá árið út. Enn ein orsøk eru lágu oljugoymslurnar í USA. Haraftrat koma vónirnar til eina handilsavtalu millum USA og Kina, sum skulu fáa meira gongd á aftur altjóða búskapin. Og síðani eru tað amerikonsku sanktiónirnar móti bæði Iran og Venezuela. Hetta skrivar tíðindastovan Reuters í morgun.
Metingarnar um oljuprísin restina av árinum og eisini fyri 2020 eru, at prísurin fer at liggja millum 50 og 70 dollarar.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald