Innanlands

Hátíðarhald á Gellingarkletti

Vindmyllulundin á Gellingarkletti er klár at framleiða streym til øll húsarhald í Føroyum.

2022-11-29 20:35 Author image
Jan Müller
placeholder

Hetta vilja eigararnir Effo og Røkt hátíðarhalda í hesi vikuni verður sagt í tíðindaskrivi í kvøld.

Í sambandi við verkætlanina hevur tað verið samstarvað millum sera nógvar ymiskar aktørar í Føroyum og uttanlands. Arbeiðið hevur gingið sera væl og vindmyllurnar framleiða nú streym inn á netið og út til allar føroyingar.

Vindmyllurnar á Gellingarkletti eru størstu vindmyllurnar í Føroyum, og er hetta Føroya størsta einstaka stig móti einum burðardyggari Føroyum.

[object Object]

Vindmyllulundin kann framleiða líka nógva orku sum øll vatnorka í Føroyum. Vindmyllulundin flytur Føroyar enn longur fram á grønu kósini og framleiðir hon 25% av samlaðu orkunýtsluni í Føroyum.

Effo og Røkt bjóða til almenna móttøku fríggjadagin 2. desember kl. 14 í tøknibygninginum uppi á Gellingarkletti. Kom og síggj risastóru og orkumiklu vindmyllurnar tætt við siga stigtakararnir til eina ta størstu grønu orkuverkætlanina í Føroya søgu. 


Fakta

Hvat: Føroya størsta vindmyllulund

Eigari: Effo og Røkt

Veitari: Vestas

Slag: V-117

Máttur: 4.2 MW hvør

Tal av myllum: 6

Stødd: Tornið á hvørjari vindmyllu er 91,5m høgt og veingjaspennið 117m. Hvør vindmylla vigar 450.000 kg og fundamentið 2.000.000 kg

Samlaður framleiðslumáttur: 25,2 MW

Árlig elframleiðsla: 100 GWh (100 mio KWh)

Grønur streymur: Vindmyllulundin kann veita øllum húsarhaldum í Føroyum grønan streym og økir tað føroysku grønu elframleiðsluna 25% stig. 

CO2 lækking: 20.000 tons av tungolju svarandi til eina minking á 62.000 tons CO2 um árið

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder