Uttanlands

Hava tryggjað nýggja oljuleið sunnan fyri Føroyar

Eftir stóra óvissu um framtíðina hjá nýggjastu oljuleiðini á Atlantsmótinum,  Lancaster sunnan fyri markið, er nú avgjørt at halda fram við framleiðsluni

Framleiðsluskipið Aoka Mizu fer framhaldandi at framleiða sunnan fyri føroyska markið. Skipið var í síni tíð leigað av Atlantic Petroleum, tá tað framleiddi í Norðsjónum.

Framleiðsluskipið Aoka Mizu fer framhaldandi at framleiða sunnan fyri føroyska markið. Skipið var í síni tíð leigað av Atlantic Petroleum, tá tað framleiddi í Norðsjónum.

2022-03-28 22:33 Author image
Jan Müller
placeholder

Hon var við til at rudda forsíðurnar í altjóða orkumiðlum, nýggja oljuleiðin á Atlantsmótinum, Lancaster,  tá oljufelagið Hurricane nøkur ár herfyri fann eina stóra oljugoymslu í undirgrundini á eini nýggjari leið í ein sunnan úr føroyska markinum.

[object Object]

Lancaster leiðin liggur sunnan fyri stóru oljuleiðirnar Foinaven og Schiehallion.

Henda nýggja oljuleiðin varð mett at goyma hundraðtals mió. tunnur av olju. Tað sermerkta við hesi leiðini var, at oljan liggur  í sjálvum grundfjallinum, nevnt “Fractured Basement”. Fleiri oljufeløg hava sett spurnartekin við slíka framleiðslu, tí tú skal heilt niður í sjálvt grundfjallið eftir henni.

Men Hurricane legði alla sína orku í at menna framleiðsluna og somuleiðis at bora eftir nýggjum goymslum í grannalagnum. Nýggju brunnarnir vístu seg tó ikki at finna stórvegis av olju, so farið varð miðvíst eftir goymslunum í Lancaster.

[object Object]

Framleiðsluskipið Aoga Mizu varð leigað til at taka ímóti oljuni. Tað skuldi tó vísa seg, at framleiðslan gjørdist nógv minni enn mett, og tí hevur verið uppá tal at gevast og lata framleiðsluskipið aftur til eigararnar. Men so kom bráddliga vend í. Oljuprísurin reyk upp  í loft og hava eigararnir av framleiðsluskipinum nú gjørt avtalu við Hurricane fyribils at longja leiguavtaluna við 18 mánaðum. Tí heldur framleiðslan á Lancaster leiðini nú fram. 

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder