Innanlands

Heimsins fyrsta sjóvarfalsorkulund í Hestfirði

Gongst sum ætlað verður Hestfjørður karmur um heimsins fyrstu sjóvarfalsorkulund. Fyrireikingararbeiðið gongur væl boðar Minesto frá.

2022-10-06 15:50 Author image
Jan Müller
placeholder

Samlaði mátturin í lundini verður uml. 30 MW, býtt út á 24 1,2 MW drekar. Árliga framleiðslan verður væntandi 84 GWt, sum svarar til 20% av samlaðu elnýtsluni í Føroyum í fjør. 

Fyrireikandi arbeiðið umfatar eitt nú umhvørvisárinsmetingar, kaðallegging, íbinding í netið osfr.

[object Object]

Martin Edlund, stjóri í Minesto sigur, at tey eru sera væl nøgd við gongdina í Hestfirði. Lokalu umstøðurnar eru sera góða fyri eini slíkari verkætlan og tí fyrstu av sínum slag. Hon fer, tá hon er liðug, at kunna veita streym til tað, sum svarar til stóran part av elnýtsluni í Havnini. Verkætlanin er eitt samstarv millum svensku Minesto fyritøkuna og SEV og føroyskar myndugleikar. Fróðskaparsetrið er eisini partur av fyrireikingararbeiðinum. 

Minesto skrivar á heimasíðuni, at arbeiðið hjá SEV at menna elnetið kring høvuðsstaðin hevur alstóran týdning fyri verkætlanina. 

Terji Nielsen, leiðari hjá SEV sigur, at verkætlanin í Hestfirði er ein av týðandi verkætlanunum at fremja tað grøna orkuskiftið í Føroyum, og í hesum sambandi er menningin av netinum av alstórum týdningi. Samstarvið við Minesto er bert ein av mongu verkætlanunum hjá SEV at gera Føroyar grønari. 


Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder