Uttanlands

Heimsins størsta oljufelag økir framleiðslu eftir metúrslit

Um somu tíð sum tosað verður um kring heim at minka um nýtsluna av fossilum brennievnum, hevur heimsins størsti oljuframleiðari Saudi Aramco aðrar ætlanir.

2024-03-11 15:01 Author image
Jan Müller
placeholder

Felagið hevur nevniliga hækkað málini fyri síni gassframleiðslu við 60% fram til 2030 sammett við framleiðsluna í 2021. Hetta skrivar EnergiWatch.

Tað er ovastin fyri Aramco, Amin Nasser, sum boðar frá hesum um somu tíð sum hann kunnger, at felagið hevur havt sína næststørstu inntøku nakrantíð. Felagið hevði 121 mia. dollarar á botnlinjuni í 2023. Hetta svarar til 827 mia. kr. ella umleið 30% av donsku bruttotjóðarúrtøkuni til samanberingar. Hóast metúrslitið er tó talan um eina afturgongd uppá 25% í mun til úrslitið fyri 2022 skrivar amerikanski miðilin CNBC. Ein av orsøkunum til lægra úrslitið eru lægri oljuprísir.

Góða úrslitið í 2023 stendst av methøga eftirspurninginum hóast eina versnandi geopolitiska støðu í heiminum eins og fíggjarligum mótvindi og inflatión sigur Amin Nasser. Hann roknar annars við einum “sunnum” oljumarknaði við vøkstri fyri tað, sum er eftir av 2024.

Sambært norska miðlinum Dagens Næringsliv, fer Saudi Aramco at betala út til partaeigararnar 31 mia. dollarar fyri fjórða ársfjórðing í fjør. Tað merkir, at samlaða útbýtið fyri 2023 verður nærum 100 mia. dollarar, ein vøkstur uppá 30% í mun til 2022.

Keldur: EnergiWatch, CNBC og Dagens Næringsliv

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder