Uttanlands

Heimsins størsta skip í føroyska grannalagnum við gomlum oljupalli

Hetland ætlar sær at gerast miðdepil fyri upphøgging av gomlum oljupallum

Pioneering Spirit við risastórum oljupalli í hetlendskum sjógvi nú um dagarnar. Hann skal høggast upp í serútbjørdu havnini Dales Voe nærhendis Lerwick. Myndir Shetland Times.

Pioneering Spirit við risastórum oljupalli í hetlendskum sjógvi nú um dagarnar. Hann skal høggast upp í serútbjørdu havnini Dales Voe nærhendis Lerwick. Myndir Shetland Times.

2020-09-01 11:19 Author image
Jan Müller
placeholder

[object Object]

Heimsins størsta skip her ávegis í hetlendska havn við risastórum oljupalli til upphøggingar.

Nú um dagarnar kom ein av gomlu oljupallunum í Norsðjónum, Ninian North, til Hetlands  at verða upphøgdur. Hann varð fluttur hagar av ongum minni enn heimsins størsta flutningskipi, “Pioneering Spirit”, sum seinstu árini hevur flutt fleiri av ristastóru oljupallunum í Norðsjónum til lands í Bretlandi at verða upphøgdir.

Talan er um eina heilt nýggja vinnu, sum komandi mongu árini kann skapa mong nýggj arbeiðspláss og inntøkur til londini kring Norðsjógvin. Kappingin er longu í gongd um at fáa part av hesi risastóru vinnu, og millum økini, ið vilja hava sín part av køkuni, er okkara næsti granni Hetland.

Tað kom eisini týðuliga til sjóndar, tá heimsins størsta flutningskip, Pioneering Spirit, sum er 382 metrar langt og 124 metrar breitt,  fyri fyrstu ferð kom til Hetlands við einum av gomlu stóru oljupallunum til upphøggingar. Ninian North vigar 14.000 tons og skal nú takast sundur á Daley Voe uttanfyri Lerwich. Her er ein djúphavn, sum kann fáa stóran týdning fyri vónirnar hjá hetlendingum at gerast kanska mest týðandi upphøggingarhavnin í øllum Bretlandi. Henda spennandi verkætlanin hevur verið í umbúnað nú í fleiri ár.

[object Object]

Ninian North oljupallurin verður fluttur av Pioneering Spirit umborð á heimsins størsta flaka av sínum slag, sum síðani førir hann til lands í Hetlandi.

Upphøgging ella “decommissioning” er ein nýggj vinna, sum bæði Bretland, Norra og Danmark vilja vera partur av. Nú tað eru meira enn 50 ár síðani, at oljuvinnan tók seg upp í Norðsjónum, eru nógvar av goymslunum tómar og hava oljufeløgini ábyrgd av at taka pallarnar niður og flyta teir til lands, har teir verða tiknir sundur og endurnýttir.

Fleiri havnir í Bretlandi teirra millum Daley Voe nærhendis Lerwick í Hetlandi bjóða seg fram at taka ímóti og taka sundur oljupallum og útbúnaði, sum er brúktur í Norðsjónum.

Ein frágreiðing, sum bretska stjórnin hevur gjørt, hevur peikað á Hetland sum eitt av bestu plássunum til at taka ímóti oljupallum. Longu fyri góðum ári síðani kom ein av smærri pallunum í Norðsjónum, Buchan Alpha til Daley Voe og varð tikin sundur har. Henda royndin eydnaðist so mikið væl, at nú kemur so ein størri pallur til Hetlands. At heimsins størsta flutningskip verður brúkt til hesa uppgávuna og í løtuni sæst í Hetlandi, er eitt tekin um, at Hetland helst fer at verða staðið, har nógvir gamlir pallar í framtíðini fara at verða tiknir sundur. Í Hetlandi síggja tey fram til, at uppaftur størri pallar kunnu koma til oyggjarnar í framtíðini.

Ninian pallurin, sum nú er komin í land í Hetlandi, fer at geva arbeiði til umleið 50 fólk og so gott sum alt tilfarið frá pallinum verður endurnýtt. Væntandi kemur Pioneering Spirit aftur til Hetlands næsta ár, tá hann hevur tikið upp beinini, sum Ninian pallurin hevur staðið á síðani 1978.

[object Object]

Hetta var óvanliga sjónin hetlendingar vaknaðu upp til nú um dagarnar, heimsins størsta flutningsskip við einum risapalli umborð á veg til upphøgging nærhendis Lerwick.

Føroyar lut í upphøggingarvinnuni?

Spurningurin, sum uttan iva fleiri føroyingar seta sær í hesum sambandi, er um ikki eisini Føroyar við sínum djúphavnum og mongu frægu handverkarum kunnu fáa ein bita av køkuni tvs. taka ímóti gomlum pallum ella pørtum av teimum og taka teir sundur her. Tað kann skapa arbeiðspláss og geva arbeiði til fleiri fyritøkur, havnir oo. Hetta kann kanska hugsast at gerast ein heilt nýggj vinna her á landi eisini eins og í Hetlandi.

Ein orsøk til at vit ikki hava hoyrt henda møguleika nógv umrøddan í Føroyum enn, er uttan iva tann sannroynd, at føroyskar fyritøkur hava havt og hava framvegis nokk av arbeiði.  Men umboð fyri onkra fyritøku, sum oljan.fo hevur tosað við, heldur, at tað skjótt kann gerast aktuelt hjá okkum eisini at fáa lut í hesi nýggju vinnu og mælir til, at vit longu nú taka upp samstarv við hetlendingar, har Føroyar kunnu fyrireika seg til at vera partur av “decommissioning” framtíðini.

Oljan.fo hevur fylgt og fer at halda fram við at fylgja hesi áhugaverdu tilgongdini í Hetlandi og Skotlandi. Sí eisini aðrar greinar á oljan.fo um hetta málið.

[object Object]

Bucham Alpa oljupallurin var tann fyrsti, sum kom til Hetlands at verða upphøgdur bert nøkur fá ár herfyri. Nú eru hetlendingar tilreiðar at taka ímóti uppaftur størri pallum, sum skulu geva arbeiði til nógvar hendur í oyggjalandinum.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder