Uttanlands

Heimsins størsta skip undir aftur gassframleiðslu

Prelude kann framleiða 3,6 mió. tons av flótandi gassi um árið. Ólag í orkuskipanini hevur steðgað framleiðsluni í tríggjar mánaðir, men er nú komin í rættlag aftur

2022-03-23 15:21 Author image
Jan Müller
placeholder

Í hesum tíðum har eftirspurningurin eftir gassi kring allan heim er ovast á breddanum, kunnu stórar og týðandi framleiðslueindir hava stóran týdning. Í Norra, sum er ein av heimsins størstu framleiðarum av gassi, verður strongt á at fáa gassframleiðsluna á Melkoya nærhendis Hammerfest í gongd aftur eftir eldsbruna herfyri. Væntandi fer framleiðslan av gassi úr Snøhvit gassfeltinum í Barentshavinum í gongd aftur í næstum og harvið kann Norra í størri  mun nøkta vaksandi eftirspurninginum eftir gassi úr ES.

Men eisini á meira fjarskotnum leiðum verður gassframleiðslan raðfest høgt. Eitt nú út fyri Avstralia. Har hevur heimsins størsta skip, Prelude, sum er partur av gassframleiðsluni hjá Shell, nú loksins fingið loyvi frá myndugleikunum at fara undir aftur gassframleiðsluna. Henda hevur verið steðgað í eina tíð vegna umvælingar í sambandi við, at skipið í desember í fjør bráddliga misti  alla orkuna.  Prelude framleiðir flótandi náttúrgass (FLNG). Tað varð tikið í nýtslu í 2018 í vestara partinum av Avstralia. 

Prelude varð bygt í Suðurkorea og kann framleiða 3,6 mió. tons av flótandi gassi um árið umframt 2 mió. tons av øðrum brennievni. 

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder