Blackrock leitimiðið, sum verður borað bert fáar kilometrar frá markinum, liggur miðskeiðis millum stóru oljukeldurnar Cambo og Rosebank
Her skal hann komandi tveir mánaðirnar bora á Blackrock leitimiðinum. Aftanfyri hesa sera spennandi boriverkætlanina standa trý oljufeløg, teirra millum eitt av heimsins størstu, Shell. Hini bæði eru Siccar Point Energy og Suncore Energy.
Brunnurin kann fáa stóran týdning fyri framtíðar oljuvirksemi eystan fyri Føroyar. Ongantíð áður er ein leitibrunnur boraður so tætt upp at føroyska markinum heldur, og livir úrslitið av boringini upp til vónirnar, so kann hon eisini fáa týdning fyri oljuframtíðina á føroyska landgrunninum. Ein væleydnað boring við stórari oljugoymslu so nær markið fer helst at fáa oljufeløgini at hyggja longur vestur inn á føroyska økið.
Tað, sum annars sermerkir hesa boriverkætlan, er, at hon fevnir fyribils um tríggjar brunnar, sum allir verða boraðir skamt frá markinum. Eftir Blackrock verður farið longur norður til Lyon gassleitimiðið, sum ætlanin er skal vera kjarnan í einum framtíðar gass ”hubbi” í hesum norðara partinum av Atlantsmótinum. Eftir tann brunnin verður so farið suður til Cambo kelduna at bora enn ein brunn. Enadaliga avgerðin at útbyggja Cambo til framleiðslu verður tikin í hesum árinum. Siccar Point, sum er fyristøðufelag fyri hesa stóru boriverkætlanina, hevur eisini tryggjað sær at kunna leiga boripallin til at bora tríggjar brunnar aftrat í økinum.
Vit síggja mongu olju- og gasskeldurnar í Norðsjónum og eystan fyri Føroyar. Nú oljufund eru gjørd tætt við markið ivast oljufeløg ikki í, at oljan eisini finst føroysku megin markið.
Blackrock leitimiðið, sum liggur millum báðar oljukeldurnar Cambo og Rosebank, verður mett at vera ein leingjan av Cambo kelduni, sum liggur á tí sonevnda Corona Rygginum, ið verður mettur at goyma upp til eina mia. tunnur av olju. Aftrat hesum kemur so enn ein hálv mia. tunnur í grannalagnum. Og so er spurningurin eisini, hvat føroyska grannalagið tætt við kann goyma í so máta.
Jonathan Roger, stjóri í Siccar Point sigur, at 2019 er eitt sera týdningarmikið ár fyri felagið. Tí umframt teir tríggjar nýggju brunnarnar verður endalig avgerð eisini tikin um at útbyggja Cambo kelduna í hesum árinum.
At oljurisin Shell eisini er partur av hesi boriverkætlan verður av altjóða oljuserfrøðingum mett sum eitt týðandi tekin um, at talan veruliga er um ein nýggjan oljulandslut á Atlantsmótinum. Og gitt verður at Shell, sum eigur 22,2% av Blackrock leitimiðinum, fer at gera stórar íløgur í leiting og útbyggingar í økinum komandi árini. Tað sama kann sigast um onnur stór oljufeløg so sum BP, Total, Equinor og Cnooc International.
Í uppskotinum til 5. útbjóðingar skjýtur landsstýrismaðurin upp at bjóða uppmerkta økið við markið út til oljuleiting
Ein nýggj byrjan fyri føroyska oljuleiting eisini
Nú sett er á at bora við markið hendir tað nærum um sama mundið sum løgtingið hevur havt orðaskifti um eina komandi 5. útbjóðing til oljuleiting nettupp við markið, har tað verður borað. Eftir viðgerðina fór lógaruppskotið í Vinnunevndina. Roknast kann við at tað kemur til 2. og endaliga 3. viðgerð í apríl, soleiðis at møgulig samtykkjan av uppskotinum kann kunngerast longu um mánaðarskiftið apríl/mai.
Tað nýggja og áhugaverda við umrøddu 5. útbjóðing er eitt samstarv, sum m.a. Jarðfeingið hevur tikið upp við bretskar leitimyndugleikar, har roynt verður at marknaðarføra 5. útbjóðing í føroyskum øki saman við 32. útbjóðing á bretska landgrunninum, báðumegin markið samtíðis. Í hesum sambanbandi hava føroyskir myndugleikar við landsstýrismanninum á odda roynt at tillaga leititreytirnar, soleiðis at tær báðumegin markið líkjast. Hetta skal so aftur gera tað lættari fyri oljufeløg at søkja um leitiloyvi bæði í bretskum og føroyskum øki um sama mundið. Føroyskir myndugleikar royna nevniliga at gera oljuheiminum greitt, at nýggi oljulandsluturin á Atlantsmótinum er bæði vestan fyri Hetland og eystan fyri Føroyar. Tvs. at man metir alt økið báðumegin markið at vera part av framtíðar oljuvirkseminum í økinum.
Tíðindini um 5. útbjóðing og viðgerðina í løgtinginum hava longu fingið útlendskar oljumiðlar at varpa ljós á Føroyar sum part av vaksandi oljuvirkseminum á Atlantsmótinum. Í gjár ruddaðu m.a. heimsins størsta oljublað Upstream og størsti skotski oljumiðilin Energy Voice forsíðurnar fyri at kunna um nýggju føroysku útbjóðingina og um samstarvið við bretskar myndugleikar.
Í gjár kunngjørdu stóru oljumiðlarnir Energy Voice og Upstream tíðindini um, at Føroya Løgting er farið undir at viðgera uppskot til nýggja oljuleiting
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald