Innanlands

Helma Maria er nú doktari í orkutøknifrøði

27 ára gamla Helma Maria Tróndheim hevur í dag vart sína Ph.d-ritgerð um hvussu vit í Føroyum kunnu tryggja eina støðuga elveiting, hóast stórur partur av orkukeldunum eru óstøðug orka

Helma Maria saman við vegleiðarum og andmælingum

Helma Maria saman við vegleiðarum og andmælingum

2022-06-24 18:10 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Hon er 27 ár, úr Leirvík, og hon er doktari í orkutøknifrøði.

Helma Maria Tróndheim hevur í dag vart Ph.d.-ritgerð sína um hvussu vit í Føroyum kunnu tryggja eina støðuga elveiting, hóast stórur partur av orkukeldunum eru óstøðug orka.

- Hetta er gransking, sum ikki bara hevur stóran týdning fyri Føroyar, men sum er sera viðkomandi fyri onnur samfeløg eisini, segði Dr. Thomas Ackermann, andmælingur.

Granskingarráðið hevur stuðlað Ph.d.-verkætlanini, og Annika Sølvará frá Granskingarráðnum segði í røðu síni, at hetta er dygdargott arbeiði, sum vit í Granskingarráðnum eru fegin um at hava stuðlað, og sum eigur at verða miðlað víðari út í heim.

- Vit eru sera errin av Helmu Mariu og tí stóra og týdningarmikla arbeiði, hon hevur latið úr hondum. Hennara gransking er týðandi partur av okkara arbeiði við grønu kósini, og vit eru sera fegin um, at hon heldur fram í starvi hjá okkum, sigur Hákun Djurhuus, stjóri í SEV.

Helma Maria hevur arbeitt við verkætlanini í góð trý ár. 

- Tað hevur verið strævið til tíðir, men øgiliga spennandi. Eg havi verið so heppin at sleppa at arbeiða við einum spennandi og aktuellum evni, ið hevur givið mær nógv gott - bæði fakliga og persónliga, sigur Helma Maria Tróndheim.

Ph.d.-verkætlanin er skrivað í samstarvi við Aalborg Universitet og Fróðskaparsetur Føroya, og stuðlað av Granskingarráðnum og SEV.

Vegleiðarar hava verið Claus Leth Bak, Filipe Faria da Silva, á Aalborg Universiteti, og Bárður A. Niclasen, Fróðskaparsetur Føroya.

Andmælingar vóru: Prof. Bogi Bech Jensen, Fróðskaparsetur Føroya, Prof. Gøran Anderson, Swiss Federal Institute of technology, og Dr. Thomas Ackermann, Energynautics GmbH.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder