Uttanlands

Hetland verður partur av bretska el-kervinum

El-kaðal úr Hetlandi til Skotlands skal tryggja, at risastóra komandi vindmyllulundin í Hetlandi kann útflyta vindorkuna

Kaðalskipið NKT Victoria í Weisdale Voe (Mynd: SSEN Transmission)

Kaðalskipið NKT Victoria í Weisdale Voe (Mynd: SSEN Transmission)

2023-03-21 10:52 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Eitt týðandi stig at gera Hetland til part av bretska elnetinum, sæsta í hesum døgum í Weisdale Voe vestantil á hetlendska meginlandinum. Hesin trongi fjørðurin hevur hesar seinastu dagarnar havt vitjan av kaðalskipinum NKT Victoria, sum skal draga ein el-kaðal úr Hetlandi og suðureftir.

Undirsjóvarkaðalin er eitt lið at knýta Hetland í stóra el-netið á bretska meginlandinum. Í løtuni er ein risastór orkuætlan í gongd í Hetlandi har yvir hundrað vindmyllur skulu setast upp og harvið gera Hetland sjálvberandi við vindorku og enntá kunna útflyta ein ein stóran part av grønu orkuni, ið verður framleidd har.

Í hesum førum skal dragast ein 60 kilometra langur ‘High Voltage Direct Current’ (HVDC) kaðal frá Weisdale Voe og suðureftir. Einaferð í komandi ári verður hann knýttur í ein kaðal, ið kemur í land í Noss Head, beint norðan fyri Wick har norðuri í Skotlandi, skrivar ShetNews.

SSEN Transmission-kaðalin millum Hetland og Skotland verður tilsamans 260 kilometrar langur. Samlaða verkætlanin er mett at kosta um 660 milliónir pund t.e. yvir fimm milliardir krónur. Stytsta frástøða millum Føroyar og Hetland er ‘bara’ einar 30 kilometrar meira enn teir 260 kilometrarnar, ið nú verða kaðallagdir

Henda sokallaða HVDC-kaðalætlanin hjá SSEN (Scottish & Southern Electricity Network) er í trimum stigum. Fyrsta stig varð gjøgnumført í fjørsummar, tá NKT Victoria legði 100 kilometrar av kaðali frá Noss Head og eystur úr Skotlandi og síðan norðureftir. Triðja og seinasta stig í ætlandi byrjar seinni í ár, tá hundrað kilometrar afturat verða lagdir á havbotnin úti í Norðsjónum, og kaðalarnir út frá Skotlandi og suður úr Hetlandi, verða knýttir saman.

Verkætlanin skal ætlandi vera klár at taka í brúk næsta summar.

 

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder