Innanlands

Hiddenfjord tikið Føroya størstu sólorkulund í nýtslu

828 sólpanel, sum tilsamans hava ein framleiðslumátt upp á 343 kW. Ársframleiðslan svarar til árligu streymnýtsluna hjá 40 føroyskum húsarhaldum

(Mynd: Hiddenfjord)

(Mynd: Hiddenfjord)

2024-07-22 23:08 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Seinastu mánaðirnar hevur verið arbeitt við at leggja sólpanel á tekjurnar á tveimum bygningum á smoltstøðini á Fútakletti. Talan er um 828 sólpanel, ið tilsamans hava ein framleiðslumátt á 343 kW. Ársframleiðslan væntast at vera um 200.000 kWt, ið svarar til árligu streymnýtsluna hjá 40 føroyskum húsarhaldum.

Á sumri í 2022 varð somuleiðis tendrað fyri einum 195 kW sólorkuverki á landstøðini hjá Hiddenfjord á havnalagnum í Miðvági. Tað annleggið hevur eina árliga framleiðslu svarandi til árligu elnýtsluna hjá 25 húsarhaldum.

Sólorka sum týðandi partur í grøna orkuskiftinum
Í orku- og veðurlagspolitikkinum hjá landinum stendur, at stórur tørvur er á sólorku, um málið um 100 prosent grøna elframleiðslu í 2030 skal røkkast, og tørvur verður á 60 MW av sólorkuverkum í Føroyum.

Sjúrður Ferjá varð í 2022 settur í starv sum orkumennari hjá Hiddenfjord. Hann hevur fakligu ábyrgdina av grøna orkuskiftinum hjá Hiddenfjord, bæði tá ið talan er um framleiðslu av grønari orku úr eitt nú sól og vindi, og í sambandi við umlegging til grøna orkunýtslu.

- Sólpanel á tekjum, ið venda suðureftir framleiða mest av orku úr sól. Men av tí at Hiddenfjord ynskir at viðvirka til at skaffa hagtøl og vitan um sólorkuframleiðslu í Føroyum, hava vit tilvitað valt at leggja sólpanelir og allar síður – eisini norðursíðuna, sigur Sjúrður Ferjá.

Sólorka og burðardygd
At nýta sólorku er enn ein liður í arbeiðinum hjá Hiddenfjord at gerast uppaftur meira burðardygg.

- Vit leita alla tíðina eftir burðardyggum loysnum á landi og á sjónum. Vit vilja virka í samljóði við náttúruna, og tað er okkara ábyrgd at hugsa og virka á ein burðardyggan hátt í øllum okkara virksemi. Sólorka er ein fortreyt fyri at el-framleiðslan verður 100% úr varandi orkukeldum. Hetta, tí at sólorkan fyllir holið í el-framleiðsluni tá vindurin ikki blæsur, og lítið er av avfalli. Vit eru spent at síggja, hvussu hetta fer at hilnast, sigur Atli Gregersen, stjóri.

- Ein annar fyrimunur við sólpanelum er, at tey hava eitt sera lítið inntriv í náttúruna og umhvørvið, um tey vera løgd á verandi bygningar. Vit í Hiddenfjord síggja tí tekjur sum eitt ónýtt tilfeingi.

Fleiri sólorkuverk ávegis
Eftir summarfrítíðina verður farið undir at seta upp næsta sólorkuverkið á smoltstøðini á Fútakletti, sum verður heili 620 kW.

Elveitingarlógin varð broytt í mai 2024. Nú ber til at seta sólorku upp til egna nýtslu og verður hetta annleggið tí knýtt í innan fyri elmálaran, soleiðis at streymurin kann nýtast beinleiðis í smoltframleiðsluni.

Við hesum annlegginum fer samlaði framleiðslumátturin úr sólorku hjá Hiddenfjord uppum 1 MW. Tá framleiðir felagið orku svarandi til 140 húsarhald.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder