Uttanlands

Hørð kapping um vindmyllur

Byggja tvær vindmylnulundir í Bretlandi – Siemens Gamesa væl fyri í kapping

2021-11-08 19:26 Author image
Jan Müller
placeholder

Skjótt vaksandi áhugin fyri vindorku og støðugt vaksandi  íløgurnar í vindorku kring allan heim, í kjalarvørrinum á veðurlagsbroytingunum,  ger kappingina millum vindmylnuveitarar sera harða. Eitt nú liggja danir oftani framvið í hesi kapping við sínum heimskendu Vestas vindmyllum.

[object Object]

Nú bendir nógv á, at tað verður eitt spanskt týskt felag, sum fær ein risasáttmála í Bretlandi í sambandi við tvær nýggjar vindorkulundir til havs í Norfolk í eystara partinum av Bretlandi.Tað er svenska fyritøkan Vattenfall, sum stendur fyri hesi verkætlanini og felagið ger nú greitt, at Siemens Gamesa liggur væl fyri í kappingini at fáa sáttmálarnar.

[object Object]

Talan er um  Norfolk Vanguard og Norfolk Boreas havparkirnar, sum tilsamans skulu framleiða 3,6 GW. Væntandi fer Siemens Gamesa at seta upp sína størstu vindmylnu nakrantíð og sum kann veita streym svarandi til 15MW. Hon er 236 metrar høg.

Tær báðar vindmylnulundirnar fara at fevna um størsta vindorkuøki í heiminum. Tær fara at framleiða streym, sum er nóg mikið til tørvin hjá fýra mió. húsarhaldum.

Siemens Gamesa hevur í dag 1800 vindmyllur til havs út fyri Bretland.

Keldur: Siemens Gamesa og Søfart 

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder